Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkfallsfólk eru vard í starvinum

Øll verkfallsfólk eru vard í sínum starvi, hóast tey eru í verkfalli. Tá ið verkfallið er av heldur starvssetanin fram.

Í morgunsending Kringvarpsins helt stjórin í Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum fyri, at tey sum fóru í verkfall høvdu automatiskt sagt seg úr starvi. Hetta er beinleiðis skeivt, og tað veit stjórin óivað.

Løntakarar, sum eru í verkfalli, hava ikki sagt seg úr starvi, men starvssetanin er fyribils avbrotin. Hetta er ein stórur munur, sum má rættast, so tað ikki skapar óneyðugan ótta millum løntakarar og fakfeløg.

Í Føroyum er siðvenja á økinum, og hon hevur gildi og er at meta ájavnt við eini sáttmálaáseting, Skipanin er hon, at tá ið verkfall verður lýst verður fyribils starvssetanin avbrotin, men tá ið verkfallið er av, so heldur starvssetanin fram, sum áðrenn verkfallið. Einasti formligi munur er, at sáttmálin óivað er eitt sindur broyttur í mun til fyri verkfallið.

Tað er eisini undrunnarsamt, at ein partur í verkfallsstríðnum sleppur framat í bestu senditíð kringvarpsins, at viðmerkja verkfallið, føra ósannindi fram og ikki fáa nakran kritiskan spurning frá fjølmiðlafólkinum. Sum tann góði Public Service stovnur, ið Kringvarp Føroya er, so vænta vit, at forkvinnan í Pedagogfelagnum í morgin sleppur framat mikrofonini at greiða frá støðu teirra og fakfelagsrættindum hjá limum hennara sum heild.

Feløgini í Samtak

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag

Havnar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag=