Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkfall og alibipolitikkur

Teir seinastu leikirnir í trætuni millum arbeiðsgevararog pedagogar hava verið átøkir alibipolitikki. Eftir gongdini at døma eru royndirnar at koma víðari ikki nóg ítøkiligar, tí farið verður ikki veruliga inn á krøvini, sum námsfrøðingarnir seta.

Vónandi er tað ikki tí, at teirra mótpartur veruliga meinar, at her skal onki gerast – uttan mun til rímiligleikan í krøvunum. Námsfrøðingarnir í verkfalli hava gjørt greitt, at teirra stætt er illa lønt í mun til arbeiðsbyrðuna, og at umstøðurnar annars at útinna teirra týdningarmikla lut í barnauppalingini eru ikki nóg góðar.

Seinasta átakið frá Fíggjarmálaráðnum var at bjóða eina differentiering av upprunaliga lønartilboðnum, sum námsfrøðingarnir longu frammanundan meta sum reallønarlækking. Tað var onki tilboð.

Kommununala Arbeiðsgevarafelagið legði fram eitt tilboð um fyrireikingina, sum Pedagogfelagið vrakaði, tí tað helt tað ikki vera ítøkiligt. Føroya Pedagogfelag kann helst við ávísum rætti spyrja, hvat virði er í einum lyfti um arbeiðsbólk, sum eftir samráðingarlok fer undir at staðfesta tær mannagongdir, sum longu eru ella ikki eru viðvíkjandi fyrireiking.

Viðurskiftini á dagstovnaøkinum hava verið nógv frammi seinastu mongu árini. Ansing var lyklaorðið, tí tað ráddi í fyrstu syftu um at herberga børnunum, meðan foreldrini vóru til arbeiðis. Nógv og gott er gjørt burtur úr at byggja nýggjar stovnar kring landið. Nú fáa so at siga øll børn tilboð um pláss á dagstovni.

Dagføra umstøðurnar

Innihaldið í dagstovnunum hevur ikki fingið somu rúmd, og nú kenna tey, sum arbeiða á dagstovninum á sær, at tey við verandi umstøðum ikki fáa livað upp til tað, sum verður kravt av teimum. Skula uppvaksandi ættarliðini fáa tað besta burtur úr árunum á dagstovni krevst, at starvsfólkini, námsfrøðingar sum hjálparfólk, hava dagførdar karmar at virka undir.

Tað kostar óivað at taka hesi tøk, men neyvan nakar kann vera nøgdur við, at børnini á dagstovnum kanska ikki fáa ta stimbran, sum teimum nýtist, tí at starvsligu kringumstøðurnar ikki eru nøktandi.

Arbeiðsgevarin eigur at viðgera lønarlagið, so tað samsvarar við uppgávuna, og saman við umboðum fyri námsfrøðingarnar at gera nakað munagott við innihaldspartin.

Hetta snýr seg heilt einfalt um dygdina í røktini og menningini av teimum, sum vaksa upp í Føroyum. Fáa tey ikki nóg gott í beinið, so verður úrslitið ikki tað, sum vit øll vilja.

Tí er brúk fyri álvara - og ikki alibipolitikki.

Jógvan Arge,

býráðslimur í Havn