![](/myndir/myndin-15767_r_705_0.jpg)
Tilvildarlig mynd
Verkbannið á kommunala sáttmálaøkinum er av
Nýggj semja er undirskrivað – og verkbannið og verkfallið á kommunala sáttmálaøkinum er av.
Nakað eftir midnátt skrivaðu Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag undir eina nýggja semju, sum byggir á eitt 3 ára sáttmálaskeið - frá 1. okt. 2017 til 1. okt. 2020.
At partarnir hava gjørt semju, hevur við sær at verkfallið er endað – og at verkbannið á kommunala sáttmálaøkinum er av. Námsfrøðingar og hjálparfólk, ið eru sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag taka tí arbeiðið upp aftur beinan vegin – sambært galdandi arbeiðsætlan.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 14. januar 2018