Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verkætlanin Matvinir sera væl eydnað

”Eg havi lært at kenna eitt áhugavert menniskja”. Soleiðis sigur ein matvinur, sum hevur tikið lut í royndarverkætlanini Matvinir hjá Heilsu- og umsorganartænastuni í Tórshavnar kommunu.

Hetta árið hava matvinir vitjað heima hjá eldri borgarum í Tórshavnar kommunu til hugnaligt prát og at njóta eina máltíð saman.

Hvat er ein matvinur?

Ein matvinur er ein sjálvboðin vitjanarvinur hjá Heilsu- og umsorganartænastuni, sum eina ferð um vikuna etur eina máltíð saman við einum persóni, sum býr einsamallur heima, og sum er partur av mattilboðnum á Lágargarði, har maturin verður borðin út.

Trivnaðarnevndin í Tórshavnar kommunu hevur í eldrapolitikkinum lagt stóran dent á, at sjálvboðið arbeiði skuldi gerast ein partur av tilboðunum í Heilsu- og umsorganartænastuni.
Matvinirverkætlanin er eitt úrslit av tí. Lýst varð eftir sjálvbodnum matvinum í januar 2016, og í februar fingu fyrstu vertirnir vitjan av matvinum.

Verkætlanin eftirmett
Royndarverkætlanin varð eftirmett í november. Staðfestast kann, at afturmeldingarnar frá teimum luttakandi, bæði matvertum og matvinum, eru sera jaligar.

Matvertirnir vóru glaðir fyri at fáa vitjan og løgdu dent á, at tað var samveruna og prátið, sum tey veruliga settu prís uppá. Ein vertur tók til: “Eg havi glett meg til dagin, tá matvinurin kom, og eg havi verið sera glaður fyri tað. Dagarnir kunnu annars vera langir.”

Matvinirnir vóru spurdir um, hví teir ynsktu at gera sjálvboðið arbeiði. Svarini vóru m.a., at tey høvdu nakað at geva, at tey ynsktu at gera mun og møta ymiskum fólki, at tey ynsktu at nýta síni evni og geva víðari av síni orku, og at tey høvdu tíð.

Ein matvinur segði: “Eg hevði tíð og hugsaði, at tað hevði glett meg, um onkur hevði gjørt tað sama fyri meg, um eg fekk brúk fyri tí.”

Spurt var eisini, hvat verkætlanin hevði givið teimum, og svarini vóru, at tað var ógvuliga gevandi at møta nýggjum fólki, at tey høvdu fingið áhugaverd og lærurík prát, og at tað var gott at møta gleði frá teimum, sum tey høvdu vitjað. Eisini lótu tey sum heild væl at matinum.

Fleiri tilboð við sjálvbodnum
Heilsu- og umsorganartænastan fegnast um, at meirilutin av teimum sjálvbodnu, sum hava verið matvinir,  ynskja at halda fram. Verkætlanin hevur eisini givið grundarlag til at víðka um sjálvbodna arbeiðið, sum bæði kann koma fólkum, sum búgva heima og á røktarheimi, til gagns.

Eitt nú bóru matvinirnir sjálvi fleiri ynski og uppskot fram um ymiskt annað slag av sjálvbodnum arbeiði so sum at lesa upp, at vera gongu- og rørsluvinur, at gera smærri ørindi, vøkutænasta yvir doyggjandi o.a.

Heilsu- og umsorganartænastan fyrireikar tí at víðka um tilboðini, sum sjálvboðin útinna. Og heilsu- og umsorganartænastuni tørvar longu nú fleiri sjálvboðin.

Hevur tú hug at royna teg sum sjálvboðin, so kanst tú seta teg í samband við Heilsu- og umsorganartænastuna á tel 302000 og spyrja eftir Jónvør Christiansen, dygdarmennara.