Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verjið børnini á Summarfestivalinum

Á summarfestivalinum heldur felagið Verjið børnini til í hølunum hjá Eilif Arge við Klaksvíksvegin, beint við festivaløkið. Høvi verður at støkka inn á gólvið til kaffimunn, og hildið verður fram at selja blusur og at savna undirskriftir.

Tíðindaskriv:

Verið við til at stuðla felagnum Verjið børnini á Summarfestivalinum. Felagið heldur til í hølum á Klaksvíksvegi 4, beint við síðuna av posthúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið. Fólk kunnu stuðla felagnum við at keypa blusu, ein kaffimunn, kakubita og smurt breyð. Eisini ber til at stuðla felagnum við at baka eina kaku, vafflur ella smurt breyð at selja á Summarfestivalinum. Peningurin fer óskerdur til ráðstevnuna í september.

Felagið hevur fingið ógvuliga góðan stuðul frá bæði fyritøkum, ítróttarfeløgum og privatpersónum. Ólavsøkudag vórðu meira enn 1000 undirskriftir handaðar løgmanni, men hildið verður á at savna undirskriftir, sum ætlanin er at handa løgmanni á ráðstevnuni.

Tey, ið ynskja at stuðla Verjið børnini, kunnu seta pening á kontu 9865 - 988.438.0