Verið varin við livandi ljósum
Jólamánaðurin er nú byrjaður. Flestu hugna um við livandi ljósum. Nógvar familjur mugu tíverri ásanna, at tað var sløkkiliðsmaðurin, heldur enn jólamaðurin, sum kom á vitjan.
Hvørt ár kemur eldur í jóladekoratiónir og adventskransar. Fylg nøkrum einføldum ráðum og slepp undan, at tær hugnaligu jólaløturnar enda í eldi og royki. Hvørt ár henda fleiri eldskaðar í heimum.
Livandi ljós og turt grann eru ein lívshættislig blanding. Jú turrari grannið á jóladekoratiónunum gerst, jú størri vandi er fyri, at eldur kann standast av hesum. Mint verður á at hugsa seg væl um, tá jóladekoratiónin og adventskransurin verða tendrað, eisini sjálvt um hetta er ein vani, ið endurtekur seg hvørt ár. So slepst undan nógvum skaðum.
Tað er umráðandi at minnast til, at nýtslan av livandi ljósi krevur, at ein er ansin og ikki fer frá teimum í ov langa tíð í senn.
Nøkur góð ráð viðvíkjandi livandi ljósum
Far ongantíð úr einum høli, har livandi ljós brenna – sovna heldur ikki frá teimum. Ansa serliga væl eftir livandi ljósum, tá lítið er eftir av ljósunum. Skift ljós við jøvnum millumbilum.
Lat ikki børn ella djór vera einsamøll í hølum, har livandi ljós brenna. Royn altíð at nýta sjálvsløkkjandi ljós.
Hav altíð eldsløkkingarútgerð tøka.
Lat ikki ljós standa tætt við tilfar, ið brennir lætt, t.d. gardinur. Nýt roykvarnarar. Hesir kunnu bjarga tær og øðrum lívinum, og kanska eisini forða einum minni eldi í at gerast ein stórur eldur.
Um eldur kemur í kortini, og ein ikki sjálvur fær sløkt, er umráðandi at fáa øll út og ringja eftir sløkkiliðinum á telefonnummar 112.
Sí meira um hvussu tú kanst verja teg og tíni ímóti eldsbruna her:
https://www.trygging.fo/Global/TF_Brandfaldariend.pdf