Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verða vit fátækari av at gera ta almennu jørðina til óðalsjørð?

Eitt av tí, sum verður ført fram, nú festarar og traðarmenn hava vent sær til tingið fyri at fáa somu rættarstøðu sum óðalsmenn, er at vit øll eiga ta almennu jørðina, og verða festarar og traðarmenn óðalsmenn, so gerast vit øll fátækari.

Men um so er, at vit eiga nakað, so skulu vit seta virði av hesi ogn upp á okkara árligu ognaruppgerð.

Eg havi ikki sett nakað slíkt tal á ognaruppgerðina. Orsøkin er tann, at eg haldi tað vera skeivt at siga, at eg eigi nakran part í hesi ogn. Eigarin er ein sjálvstøðugur grunnur, og hann skal ráða yvir ognini eftir teimum reglum, sum lóggávuvaldið setur.

Tað sum nú er hent, er tað, at hesin grunnur fær ov lítið samfelagsgagn burtur úr ognini.

Hetta hevur álvarsligar avleiðingar fyri land okkara. Nú vóru tveir skilamenn í fjølmiðlunum samdir um, at alt ov illa gongst við okkara vinnulívi, og at vandi er fyri hópfráflyting.

Allar royndir vísa, at tað hjálpir upp á vinnulívsmøguleikarnar at almenna jørðin gerst óðalsjørð. Tann skipan, vit hava innan okkara jarðarviðurskifti, er okkum øllum ov dýr, tí halda vit fram við henni, fara vit so singlandi eftir taparabreytini.

Siga vit at vit eiga ta almennu jørðina, so hava vit skyldu til at gera tað rætta við henni. Gongdin í landinum hevur prógvað, at tað hava vit ikki gjørt. Tí noyðast vit at taka upp annan tátt og leita óðalsleiðina.

Eg sigi fyri meg sjálvan, at um so var, at eg átti ein part av tí almennu jørðini, so hevði eg einki petti havt ímóti at hesir teigar gjørdust óðalsjørð eins og tað grundstykki, sum eg búgvi á. Hetta er tí at eg haldi, at vinningurin av hesi broyting kemur at vera ovurhonds stórur, ikki bert fyri verandi festarar og traðarmenn, men eisini fyri meg og øll onnur sum liva í landinum. Men verður hetta ikki gjørt, so koma vit til at gjalda høgan prís fyri okkara stuttskygda gírni.

Við at vísa stórsinni og gera ta almennu jørðina til óðalsjørð gerast vit tí ikki fátækari, men øll somul ríkari.

Zakarias Wang