Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verða størvini lýst leys, ella er bert talan um flytingar...

Dan Klein --- 11.01.2018 - 09:15

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri hevur fyrispurningur um føroyskar sendimenn, settur Poul Michelsen, landsstýrismanni í uttanríkis- og vinnumálum (at svara skrivliga eftir Tingskipanini § 52a)

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa førleikakrøv til sendiharrarnar, ið verða settir á 
        føroysku sendistovunum?
2. Verða størvini lýst leys, ella er bert talan um flytingar millum starvsfólkini í Uttanríkisráðnum?
3. Kemur tilmæli frá eini setanarnevnd, ella er tað landsstýrismaðurin, sum einsamallur setir
        sendiharrarnar?
4. Eru størvini áramálssett, og hvussu verða tey lønt?

Viðmerkingar:
Í tíðindum í dag váttar landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, at einaferð í summar verða nýggir sendiharrar settir í Moskva og Brússel. Samstundis verða nøvnini kunngjørd á teimum, sum tá skulu manna hesi týdningarmiklu størv.

Ivaleyst er eitt krav at tey, ið sett verða, hava eina góða viðkomandi akademiska útbúgving, fyri at kunna røkja starvið. Íslendingar hava tó partvís havt ta siðvenju á sínum sendistovum at brúka eldri politikarar sum sendiharrar, ið hava drúgvar altjóða royndir og kenna politisku skipanirnar.

Vanligt er, at týðandi vællønt størv innan tað almenna verða lýst leys. Tí er tað sera viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu hesi størv verða sett, saman við førleikakrøvum.

Spyrjarin hevur ikki sæð hesar starvslýsingar í føroysku miðlunum. Tí verður spurningurin settur.