Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Venjingarnar byrja í Kommandørhúsunum

Mánadagin byrjar leikbólkurin Tvazz venjingarnar av leikinum Stovugenturnar í gomlu kommandørhúsunum úti við Strond í Havn.

Við Stovugentunum verður fyri fyrstu ferð høvi hjá almenninginum at vitja forkunnugu Kommandørhúsini, sum Føroyar fyri stuttum hava yvirtikið frá danska hernaðarvaldinum.

Men húsini verða nógv meira enn bara eitt hølið at framføra í, tí Kommandørhúsini og eftirkríggstíðin, tá húsini vórðu bygd, verða spunnin inn í søguna. Tey gerast premissin fyri allan leikin. Í síni nýtulking av leikritinum flytir Tvazz seg sostatt til ein nýggjan hátt at skapa leikverk.

Leikurin Stovugentirnar eftir Jean Genet er ein ræðandi søga um tær báðar stovugenturnar Claire og Solange, sum tæna í húsinum hjá Madame. Leikurin snýr seg fyrst og fremst um teirra ófrættakenda rolluspæl.

Frumframførslan av Stovugentunum verður leygardagin 22. november 2014. Sýningar verða í Kommandørhúsinum fram til 7. desember 2014.

Hesi eru við í Stovugentunum:

Leikstórn: Christoffer Berdal (DK)

Scenografi/búnar: Magdalena Stenbeck (SV)

Ljós: Egil Barclay Høgenni Hansen

Framleiðsla: Rakul Thomsen

Týðing: Jette og Gunnar Hoydal

Leikarar:

Annika Johannessen í leiklutinum sum Madame

Beinta K. Clothier í leiklutinum sum Claire

Gunnvá Zachariasen í leiklutinum Solange

Tað er sum vant Egil Barclay Høgenni Hansen og Gunnvá Zachariasen, ið mynda kjarnan í Tvazz.

Tvazz hevur síðan 2006 avbjóða føroyska áskoðaran við leikverkum, ið hava gingið nýggjar leiðir ella tikið upp kontroversiell evni, nevnast kunnu Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab og Fundamentalisturin eftir Juha Jokela. Men eisini 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, ið Tvazz sýndi í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Seinasta leikverkið hjá Tvazz var leikurin Tey óndu, ið bólkurin framførdi tvímælt í Føroyum og á donskum í Grønlandi og í Danmark.