Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Venjingar til stórt ólavsøkukór byrja skjótt

Aftur í ár skipar Kórsamband Føroya fyri aftuvendandi tiltaki við einum stórum blandaðum kóri, ið fer at seta dám á Ólavsøkuna.

Eins og nógvu undanfarnur árini hevur Kórsamband Føroya aftur í ár tikið stig til at skipa eitt stórt kór, ið fer at seta dám á hátíðarløtuna, tá skrúðgongan Ólavsøkudag kemur úr Dómkirkjuni niðan á Tinghúsvøllin.

Kórleiðari í fjør var Kári Bæk, sum eisini er formaður í Kórsambandi Føroya, og hann fer aftur í ár at stjórna kórinum.

Kórsambandið vónar, at nógvir kórsangarar hava hug til at luttaka og fara tekna seg til kórið. Sagt verður, at øll sum hava sangmál og áhuga fyri sangi, eru sera væl komin at verða við til hendan kórsang á landsins tjóðardegi.

Talan er í høvuðsheitum um kendar sangir, sum eru á skránni, men tó verða onkrir við nýggjum útsetingum.

Venjingarnar fara fram á Føroya Læraraskúla, og venjingartíðirnar eru hesar:

Sunnudagin 13. juli kl. 15-18

Sunnudagin 20. juli kl. 15-18

Mikudagin 23. juli kl. 19-22

Fríggjadagin 25. juli kl. 18-21.

Vinarliga

Kórsamband Føroya