Venjing í oljudálking á sjónum
UMHVØRVI: Landsverk fekk í fjør ábyrgd fyri allari oljubasing á sjónum uttan fyri tær kommunalu havnirnar. Í oktober skipaði stovnurin fyri fyrstu venjingini at basa oljudálking, og í síðstu viku varð skipað fyri skeiði og venjing fyri tey fólkini, sum eru sett at taka sær av møguligum oljudálkingum
Nýggjasta ábyrgdarøkið hjá Landsverki er at standa fyri tilbúgvingini í sambandi við møguligar oljudálkingar á sjónum, sum liggja uttan fyri kommunalar havnir. Kommunalu havnaøkini hava kommunurnar sjálvar ábyrgdina fyri hvør sær, umframt dálking, sum kemur av landi, meðan Landsverk hevur ábyrgdina fyri restini av sjó- og havøkinum.
Síðani Landsverk yvirtók ábyrgdina fyri oljubasing, hevur verið arbeitt við at gera eina ætlan fyri alla tilbúgving á sjónum. Hetta byggir á ein leist, sum Umhvørvisstovan hevur lagt lunnar undir.
Ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði er førleikamenning av teimum, sum skulu luttaka í oljubasing. Í hesum sambandi skipaði Landsverk fyri skeiði á Hafnia, har umboð fyri norska Kystverket greiddu frá, hvussu tilbúgvingin og oljubasingin er skipað í Noregi.
Eisini greiddu umboð fyri Innlendismálaráðið, Umhvørvisstovuna, Tórshavnar Sløkkilið og Landsverk frá, hvussu tilgongdin til hesa uppgávuna hevur verið, og hvussu arbeiðið verður skipað framyvir. Somuleiðis luttóku umboð fyri MRCC, Fiskiveiðieftirlitið, sløkkilið og Staoil Føroyar, sum hevur givið fíggjarligan stuðul til førleikamenning innan oljubasing.
Eftir tríggjar dagar á skúlabeinki fóru skeiðluttakararnir hósdagin inn á Sund í Kaldbaksfirði, har skipað varð fyri eini venjing við at leggja út oljusperringar, so “oljan” ikki endaði í fjøruni. Hetta við luttøku av bjargingarbátinum Lív, ið er sera væl egnaður og útgjørdur til slíkar arbeiðsuppgávur.
Í heyst verður aftur skipað fyri víðari skeiðum í oljubasing.