Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Venjing í oljubasing gekst væl

UMHVØRVIVERND: Sum ein liður í at menna tilbúgving í sambandi við oljudálking á sjónum, og sum partur av umhvørvisgóðkenningini hjá SEV, varð í dag skipað fyri venjing við elverkið á Sundi. 

Landsverk hevur í nøkur ár arbeitt við tilbúgvingarætlanum fyri fleiri av vegatunlunum, og frá ársskiftinum fekk stovnurin eisini ábyrgd av allari tilbúgving á sjónum í sambandi oljudálking. Ábyrgdin fevnir um alt hav- og sjóøki, ið liggur uttan fyri tær kommunalu havnirnar, sum kommunurnar hvør í sær ábyrgdina av. Tilbúgving er eitt øki, ið krevur breitt samstarv millum nógvar myndugleikar og aktørar í samfelagnum, og um hetta skal eydnast, er tað týdningarmikið, at samstarvið virkar væl.

Venjingin í dag byrjaði við eini framløgu, sum fór fram í matstovni á Sundsverkinum. Eftir at Jákup N. Olsen, samskipari frá Landsverki hevði bjóðað vælkomin, fekk Hákun Djurhuus, stjóri á SEV, orðið. Hann segði seg fegnast um, at gongd er komin á arbeiðið við tilbúgving á sjónum, og at SEV sjálvandi vil vera við í tí leistinum, sum verður lagdur fyri hetta arbeiðið. 

Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki, vísti á, at síðani Landsverk yvirtók ábyrgdina fyri oljubasing, hevur verið arbeitt við at gera eina ætlan fyri alla tilbúgving á sjónum. Hetta byggir á tann leistin, sum Umhvørvisstovan hevur lagt lunnar undir. Projektleiðari fyri hesum arbeiði er Fríðrik Heinesen, sum í eini framløgu vísti á, hvussu hetta arbeiðið er og verður skipað frameftir. Hann nevndi, hvør útgerð finst í landinum, og hvat tørvur er á at útvega afturat. Somuleiðis vísti hann á tørvin fyri førleikamenning av teimum, sum skulu arbeiða við oljubasing. 

Annika Berg, leiðari fyri heilsu, trygd og umhvørvi á SEV, vísti á, at stovurin eigur nakað av útgerð, men hevur samstundis møguleika fyri at leita sær hjálp hjá sløkkiliðum og bjargingarliðum, tá tørvur er á hesum. 

Venjingin í dag, sum varð skipað eftir tilbúgvingarætlanini hjá SEV, tók støði í einum hugsaðum leka á einum røri, har tungolja varð pumpað av skipi niðan í ein tanga á Sundsverkinum. Tað gekst væl at skipa arbeiðið, tí longu ein tíma eftir, at alarmurin fór í gongd klokkan 09.38, var báturin Lív hjá Havnar Bjargingarfelag á staðnum og sleipaði eina oljusperring av bryggjuni á Sundi fram við landinum norðureftir, har “oljan” rak. Eftirsum talan var um venjing, varð ístaðin fyri veruliga olju koyrdar børkuflísar á sjógv, sum ikki eru dálkandi fyri náttúruna.

Heini Østerø, átaksleiðari, vísir á, at í Noregi ganga vanliga tveir tímar, frá tí at alarmurin fer í gongd, til útgerðin er fingin upp á pláss. Sæð út frá hesum gekst væl í hond í dag, tí sum áður nevnt tók tað bert ein tíma at fáa oljusperringina út til dálkaða økið.

Allar fráboðanir um oljudálking skulu fráboðast MRCC Tórshavn, sum hevur tlf. 351 300.





0.00 does not include shipping & tax