Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veljarakanningin

Nú er enn ein veljarakanning almannakunngjørd.

Hetta er sera gott undirhald, tí tað fær fólk at hugsa hvat ið veruliga hevði hent, um so var, at tað, sum her kemur fram, gjørdist úrslitið, tá val verður um minni enn eitt ár.

Vansin við hesum kanningum er bara tann, at ongar veljarakanningar passa. Hetta ger seg galdandi í Føroyum, men so sanniliga eisini uttanlands. Eitt gott dømi um hetta høvdu vit í Skotlandi nú teir høvdu fólkaatkvøðu um loysing. Sjálvt kanningarnar dagin fyri valdagin vóru fleiri prosentstig við síðuna av, tí tær undirmettu sambandsveingin.

Eingin orsøk er til at rokna við, at tann kanning, sum nú er almannakunngjørd her hjá okkum, er stórt frægari.

Men hvat sigur hon okkum, um so er at vit spæla, at hon passar? Tað merkisverda við henni er, at tað er langt síðani at sambandsvongurin hevur verið so sterkur í Føroyum sum hesaferð. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum siga seg vera fyri sambandi - uttan tó at vita hvat ið samband er - fáa tilsamans 16 av 33 tingmonnum, bert ein frá at hava meiriluta. Frá tí teir kollveltu fólkaatkvøðuna í 1946 høvdu teir meirilutan til 1998. Tá mistu teir henda meiriluta, og sjálvstýrisflokkarnir fingu hann. Nú er hesin meiriluti tódnaður niður í mest sum einki.

Alt bendir á, at umráðandi er at taka upp nýggjan tátt.

Lata vit bara standa til og geva hesum myrkursins kreftum valdið, so kann ikki ganga annað enn av skriðuni.

Zakarias Wang