
VEL OPINLEIKAN
Í februar skulu 18 limir veljast i umboðsráðið “hjá Tryggingini”.
Andrass Skaalum: Limur í Umboðsráðnum fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna.
Á vallistanum vera valevni, ið vilja hava felagið meira opið.
Onnur á vallistanum eru fyri at felagið skal verða afturlatið.
Spyr valevnini um opinleika og mál teirra, áðrenn tú tekur avgerð.
Vel fólk inn, sum í verki vilja fremja størri opinleika.
Í februar verða atkvøðuseðlarnir sendir við postinum til tín, sum 1. januar stóð fyri trygging í Tryggingarfelag Føroya.
Ger endiliga tína ávirkan galdandi, við at greiða atkvøðu og senda brævbjálvan inn.
Ognarfelag Tryggingartakaranna
Enn er TF-Holding væl fyri fíggjarliga og spælir ein stóran leiklut í menningini av Føroyska samfelagnum. Umráðandi er at hesin stóri leikarin í Føroyska samfelagnum ikki snávar, tí tað vil gera ómetaligan skaða og fáa stórar negativar ávirkanir í samfelagnum.
Avgerandi spurningurin er, hvussu vit kunnu gera felagið enn betri og langtíðar tryggja virksemið hjá felagnum, til gagns fyri Føroyar.
Besta trygd fyri reiðiligheit er opinleiki og kunning, tí er hesin spurningur avgerandi fyri at framtíðartryggja ognirnar hjá tryggingartakarunum.
Størri opinleikin er, minni gerst møguleikin fyri skuggaspæli í vina og kenninga politikki.
Tryggingartakarin eigur felagið og veit vanliga ikki nógv um, hvussu felagið ítøkiliga arbeiðir við peninginum hjá eigarunum.
Umboðsráðið er evsta vald í felagnum, men veit eftir mínum tykki ikki nóg mikið um hesi viðurskifti, av tí at kunningin í ov stóran mun er avmarkað til tað, sum roknskaparlógin tilskilar.
Umboðsráðið
Eg eri limur í Umboðsráðnum og haldi at ávirkanin hjá Umboðsráðnum verður skerd av, at kunningin er ov lítil, Umboðsráðið er í ov stóran mun tað blinda eygað hjá tryggingartakarunum, vegna væntandi opinleika.
Í Umboðsráðnum eru limir, sum vilja virka fyri størri opinleika, okkum tørvar tó fleiri, til tess at lyfta uppgávuna.
Her er tørvur á bata, og tað gerst best við at velja fólk í Umboðsráðið, sum í verki vilja virka fyri størri opinleika í felagnum.
Spyrji endiliga valevnini, um tey vilja virkað fyri størri opinleika í felagnum, áðrenn tit seta krossin.
Sjálvur standi eg fyri væli hesaferð og heilsi øllum kreftum vælkomnum, ið veruliga vilja virka fyri menning, opinleika og dynamikki.
Gott Umboðsráðsval
** Opinleiki er tín besta trygging **