Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vel eitt umboðsráð, sum vil opinleika!

Umboðsráðið hjá TF telur 35 limir, sum eru tíni umboð í TF samtakinum, tí er umráðandi  at tú ger tína ávirkan galdandi. 

Umboðsráðið velur høvuðsnevndina og tekur avgerð um hvussu viðtøkurnar í felagnum skulu vera orðaðar. 

Hetta eru avgerandi heimildir í einum av Føroya fíggjarliga størstu og sterkastu fyritøkum við ávirkan inn í nærum hvørt virki og heim í Føroyum. 

Tí er tað av størsta týdningi, at tú velur umboð, sum virka í samljóði við tað, so sum tú ynskir hesa fyritøku at vera.

Ognarfelag Tryggingartakaranna eigur gjøgnum TF Holding øll feløgini í TF Samtakinum, eisini Eik Banka.

Allir føroyingar við trygging í Tryggingarfelag Føroyar eru limir í Ognarfelag Tryggingartakaranna.

Um Umboðsráðið
Umboðsráðið umboðar limirnar og hevur avgerðarrættin á aðalfundunum. 35 fólk sita í Umboðsráðnum. Av hesum standa 18 fyri vali.

Valið verður í februar 2016 og allir limir fáa atkvøðuseðil sendandi.

Vit hoyra mangan sagt – og kanska partvíst við røttum – at Tryggingarfelagið og tess leiðsla, íroknað Umboðsráðið, er ein lukkaður klubbur, har umboð bert vilja sita fyri tí góðu samsýning, sum latin verður.

Avrik
Hesum  hava og vilja undirritaðu umboð, sum aftur hesaferð standa fyri vali, gera nakað við. Vit kunnu vísa á, at seinastu árini eru stór framstig hend, soleiðis, at opinleikin í dag er munandi størri enn áður.

Vit kunnu t.d. nevna, at 
* støðugt meira kunning verður løgd á heimasíðuna hjá felagnum
* tilmelding til aðalfundir kann nú gerast umvegis heimasíðu 24/7
* í dag leggur nevndin fram fullfíggjaðan roknskap fyri aðalfundin – við grafikki, 
        so hann er lættur at skilja
* allir tryggingartakarar fáa nú atkvøðuseðil til umboðsráðsval sendandi
* tekningarfreistina upp á 5 dagar fyri at luttaka á aðalfundi er stytt til 2 dagar
* ásetingin um, at avlop skal flytast til næsta ár, er broytt, soleiðis, 
        at vinningsbýti kann útlutast – tó við tí avmarking, at nevndin 
        setur hámark á upphæddina

Eisini kunnu vit vísa á, at hugburðurin fyri opinleika er nógv størri nú enn áður. Sum dømi kunnu vit vísa á, at á heimasíðuni hjá TF eru sera nógvir upplýsingar í dag, ja, enntá hvussu stórar samsýningar eru til umboðsráðslimir, nevndir, stjórar og undirnevndir.

Ætlanir
Men enn er ikki komið á mál – langt ífrá. Vit kunnu t.d. nevna, at

* rætturin hjá nevndini at velja fundarstjóra eigur at verða avtikin - hetta eigur 
        aðalfundurin at gera (uppskot er lagt fyri komandi aðalfund)
* skipan, sum forðar fyri, at søgan um Eik Banka kann endurtaka seg, eigur at verða 
        sett í gildi (uppskot er lagt fyri komandi aðalfund)
* hugburðurin til opinleika eigur at gerast enn størri
* føroyskur kærustovnur eigur at kunna greiða ósemjur millum TF og tryggingartakarar

Undirritaðu, sum seinastu árini hava sitið í Umboðsráðnum, og sum - ikki uttan svørðsslag - hava virka fyri og havt avgerandi ávirkan á teir batar, sum eru nevndir omanfyri, vilja framhaldandi virka fyri størri opinleika og batum, tryggingartakaranum til fyrimunar.

Vel umboð, sum tora og vilja ganga undan
Vit fara tí at heita á teg sum tryggingartakara í TF at hugsa um, hvønn tú setir krossin fyri. Setir tú krossin fyri ein av okkum undirritaðu, vilja vit halda fram við arbeiði okkara at bøta um okkara felag, okkum øllum til fyrimunar.

Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur brúk fyri fólki, sum tora og vilja ganga undan.

Greið tí atkvøðu og send atkvøðuseðilin inn beinanvegin, lat hann ikki liggja eftir, tá upptalt verður.

Við ynski um eitt gott umboðsráðsval.

Johan Petersen
Poul M. Poulsen
Andrass Skaalum
Schandorff Vang

Eisini vit undirritaðu nýggju valevnir, sum ikki hava verið í Umboðsráðnum áður, taka undir við hesum leisti.


Marni Abrahamsen
Emil Jakobsen

Frankie Jensen
Harald Joensen
Petur í Króki
Hanus Midjord