Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Veita bíligari leigubústaðir og stimbra vøkstur í byggivinnuni

Broytingar í MVG-lóggávuni skulu seta ferð á leigubústaðamarknaðin og samstundis stimbra vøkstur í byggivinnuni.

- Við broytingum í MVG-lógini leggur landsstýrið nú upp til at fremja tvey átøk í einum. Heimliga virksemið, serliga í byggivinnuni, verður stimbrað, og samstundis verður ferð sett á leigubústaðamarknaðin, sum vit í Føroyum hava so nógv brúk fyri.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum hevur lagt eitt lógaruppskot um broytingar í MVG-lógini fyri Løgtingið.

Broytingarnar í MVG-lóggávuni bera m.a. í sær, at tey, sum búgva í leigubústaði, verða javnsett við fólk , sum eiga bústað og fáa rentustuðul.

Nú skal tann, ið umbyggir ella byggir fyri meira enn 200.000 kr. til leigubústaðir, fáa MVG endurgoldið. 

Treytirnar eru, at minst tveir leigubústaðir vera gjørdir, og at minst ein er atkomiligur fyri fólki við koyristóli.

Leigubústaðir skuldu við hesum blivið 20 prosent bíligari í leigu enn annars.

Uppskotið er bæði eitt búskapar- og konjunkturpolitiskt tiltak, ið fylgir tilmælum frá Búskaparráðnum og Landsbankanum.

- Striltið hevur verið at fáa vøkstur í aftur byggivinnuna síðani afturgongdina í 2008, og brúk er fyri tiltøkum. Tey koma nú. Samstundis er vónin, at ein vaksandi leigubústaðamarknaður og meira fjølbroyttir bústaðamøguleikar sum heild kunnu vera við til at tryggja, at eitt nú ung og ungar familjur fáa betri ráð til at festa búgv í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin.