Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegur høgraharkaliðsins - við Jørgeni á odda - førir okkum lúkst niður í avgrundina

Fyri betri at kunna síggja og kenna veg høgraharkaliðsins mugu vit fyrst granska teirra fyrimynd í USA.

Síðani 80'ini hevur nýliberalisman dominerað fíggjarliga politikkin og politisku tankagongdina yvirhøvur í USA. Ùrslitið hevur verið minkandi fíggjarligur vøkstur, vaksandi ójavni og vaksandi skuld.

Nú Jørgen longu er byrjaður at leggja okkara land á amerikonsku nýliberalu kósina og boðar frá, at hann framyvir vil økja um ferðina á somu kós, so er neyðugt at rópa varskó við at vísa til gongdina í fyrimyndarlandinum. Eina gongd, ið als ikki hevur verið ella er nakað at rópa hurrá fyri, tá talan er um fíggjarviðurskifti. At hava Reagan og Bush sum vegvísarar kann ikki bara føra føroyska fólkið í óføri, men ger tað ósvikaligt, um fólkið ikki tekur seg saman og steðgar hesum demagogiska studentinum og harkaliði hansara so ella so, áðrenn tað gerst ov seint,og skaðin er vorðin óbótaligur.

Í 1981 varð Reagan valdur til forseta í USA, og nýliberalisman kom til maktina og programmið varð sett í verk beinanvegin. Alt, sum í USA kundi privatiserast, bleiv tað undir Reagan og Bush eldra, og vælferðartænasturnar vórðu harðliga skornar niður til fyrimunar fyri skattalættar (Jørgen og harkaliðið!!!).

Marknaðarøkonomiurin varð niðurreguleraður og liberaliseraður á øllum økjum.

Georg W. Bush helt áfram við frísetan av fíggjarmarknaðinum, privatiseringini og sparingunum innan almenna og offentligu sektorarnir og stórum umfatandi skattalættum (er tað nakar, ið hoyrir rødd heimliga demagogsins?).

Fíggjarligi vøkstur nýliberalismunnar og vaksandi vælstandurin til øll hevur víst seg at mótsvara teimum veruligi úrslitunum av hesu fíggjarligu tankagongd og/ella politikki.

Ójavnin í USA er vaksin ógvusliga undir tí nýliberala regimunum/stýrunum og er nú sum áðrenn Franklin D. Roosewelts 'New Deal'.

Tað ríkasta 1% av amerikanarunum forvann síðst í 1920'unum 24% av samlaðu inntøkunum.

Takka verið 'New Deal' og keynsianismuni var nevndi partur beint fyri annan heimsbardaga komin niður á 19%. Men sum fylgi av vælferðartænastunum var hesin partur í 60'unum og 70'unum fingin niður á 9%. Men eftir ta nýliberalistisku perioduna var skeivleikin har aftur. Nú forvann ríkasta 1% aftur 22,9% av USA's samlaðu inntøkum. Og nú forvinna tey ríkastu 10% uml. 50% av samlaðu inntøkunum í USA.

Hetta hevur sjálvandi í stóran mun gingið út yvir tey fátæku. Talið av teimum fátæku, ið eru heimleys og mugu finna sær føðina millum annað í ruskspannum, lá fyri uml. 2 árum síðani um 5 mill, svarandi til samlaða fólkatalið í Danmark.

Men tað eru ikki einans tey fátæku, ið liberalisman hevur skapt trengri kor fyri. Hon hevur eisini verið ein dýrur kenningur fyri tað amerikansku miðalstættina. Tí har tey ríkastu 0,1% millum 1971 – 2005 upplivdi ein vøkstur upp á 296%, var vøksturin hjá teimum við miðalinntøku einans 13% sama tíðarskeið.

Síðan fíggjarkreppuna er stagnatiónin vorðin til fall. Meðalinntøkan fyri eitt amerikanskt húski er fallin við 7% síðan 2007.

Nýliberalisman og fíggjarkreppurnar hava gjørt arbeiðararørsluna veika undir vaksandi arbeiðsloysi, og hevur hetta ført til arbeiðsgevara/borgarlig álop á og niðurlaging av vælferðartænastunum (minnast tit enn til Jørgen við harkaliði?).

Hetta er framt serliga undir Reagan og Bush, ið undirmineraðu vælferðarstatin frá skattasíðuni, har teir serliga góvu teimum ríku og annars mest vælhavandi skattalættar

(tað er sum um studenturin spøkir enn).

Úrslitið av hesum og av tí málrættaða privatiseringspolitikkinum (Jørgen í ÚF í dag)

hevur sjálvandi viðført, at tann almenni sektorurin er vorðin úthungraður og forsømdur.

Fyri 20 árum síðani hevi USA heimsins fimtastørsta infrastruktur. Í dag liggur hann á nr. 25.

Tað er ikki minst galdandi fyri tað almennu útbúgvingarskipanina.

Úrslitið av nýliberala fíggjarliga hugsunarhátti og politikki hevur snú seg um at kroysta arbeiðararørsluna, minimera vælferðarstatin og at umfordeila frá fátækum til tey ríku (minst til Jørgin).

Samstundis merkir fíggjarpolitikkurin at marknaðarfíggingin verður frá almennum samfelagsfíggjarligum og pengapolitiskum reguleringum (mann Landsbankin ikki hómast í hesum?).

Nevnda frístillingin og fíggjarpolitikurin førdu við sær bæði risikablar transaktiónir og spekulativar investeringar sum viðførdu grammleika og spekulatiónir, ið fingu frítt spæl og endaðu í fíggjarkreppuni. Og soleiðis koyrdi nýliberalisman alt tað amerikanska samfelagið út í fíggjarligt óføri, ja tann globala økonomiin í ta størstu fíggjarkreppuna síðami 30'ini.

Nevndu skattalættar hevur mann – bæði undir Reagan og Bush – hevda vildu ' forvinna seg sjálvar innaftur gjøgnum fíggjarligan dynamik og vøkstur'. (Er tað ikki sum at hoyra Jørgin?).

Men veruleikin hevur sjálvandi verið, at við framhaldandi stórum útreiðslum og fallandi inntøkum er almenna undirskotið í USA vaksið og vaksið.

Og nú sær tað ikki mætari út, enn hin einoygdi studenturin saman við einum meira ella minni heiðurligum, men sera óálítandi harkaliði er í ferð við at innflyta tað amerikonsku nýliberalismuna við øllum teimum umkostningunum tað fer at fáa fyri land og fólk, um hetta fer at eydnast teimum. Tey vælbjargaðu hava longu fingið fyrsta skattalættan. Banki Landsins er skotin í sænk. Tað almenna skal privatiserast og annars føla spariknívin. Pensionistarnir skulu spara milliónir. Pensiónsaldurin skal upp. Skúlarnir skulu somuleiðis spara nógvar milliónir (hetta visti ÚF at siga í kvøld)

Og hetta er bara byrjanin, verða Jørgin og co. ikki steðgaðir. Tit kunnu bert lesa víðari um nýliberalismuni undir Reagan og Bush.

Nógv fyri, at okkara norðurlendska vælferðarmodel skal verða sundurlimað til frama fyri eitt gjøgnumsúrgað ósolidariskt, kúgandi og menniskjavondt.

Sum er, hava vit ikki tað stóru verjuna, um ágangurin verður eins stórur móti miðal- og arbeiðarastættini og annars øllum teimum, sum verða koyrd í svartasta fátækradømi, eins og tey mongu í USA, sum mugu liva á gøtunum og breyðføða seg úr ruskspannunum.

Um tað eydnast Jørgini at halda áfram við at innflyta amerikanska liberalismu, kundi tað verðið upp á sítt pláss, at hann eisini innførdi ta amerikansku vápnalóggávuna, soleiðis at tann, ið hevði hug til tess uttan víðari kundi keypt sær ein heil- ella hálvautomatiska til at vart seg við ímóti tí sníkjandi, men framhaldandi kúganini, sum annars - og tað ósvíkjandi - fyri mong endar í svartasta vónloysi millum Jørginsa ríkmannabjølgar í einum komandi, men á mongum økjum heilt ørvísi Føroyum.

Annars ynski eg øllum einar góðar og gleðiligar páskir.

Og at enda fari eg bert at leggja aftrat, at vit øll hava skyldu til at stríðast ímóti teimum, ið kúga og fremja órættvísi. Ein passivur atburður ger okkum samsek í tí órætti, sum vit kundu steðgað, men sum vit látast hvørki at síggja ella hoyra.

Dagfinnur Danbjørg.