Vegsaltið í sjálvtøkukassunum gott til gler – ikki tjúkkan kava
Kommunan hevur sett upp saltkassar ymsastaðni í Klaksvík, har brattar brekkur eru, sum borgarar kunnu taka salt úr og stroya á brekkur o.a., tá ið hálka er.
Í 2005 setti kommunan upp saltkassar kring um í Klaksvík við tí fyri eyga, at, at íbúgvar sjálvir kunnu salta, tá ið teir meta, at vegir og gongubreytir eru fryst. Hesir sjálvtøkukassarnir eru settir upp í Klaksvíkarøkinum, har brattar brekkur eru.
Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur, upplýsir, at Vegadeildin, ið umsitur kavarudding og salting, hevur amboð at salta vegir og gongubreytir, men økið er vítt um at fara.
- Tí er tað trupult at røkka út í hvønn krók, og var hetta orsøkin til, at kommunan í 2005 valdi royna hetta sum eitt eyka tiltak á brøttum vegateinum, og heitti tá á fólk um at gera brúk av hesum sjálvtøkukassunum við vegsalti í.
- Hetta tiltak er roynt í grannalondum okkara og við góðum úrsliti, og eisini her í býnum hava saltkassarnir verið eitt ískoyti til ferðslutrygdina – hetta er sjálvandi treytað av, hvussu røsk fólk eru at gera brúk av hesum møguleikanum, staðfestir býarverkfrøðingurin.
Heri M. Hammer leggur samstundis dent á, at tað er umráðandi at fólk brúka hetta vegsaltið við skynsemi.
Summastaðni kemur tað fyri, at salt verður stroytt yvir tjúkkan kava, til stóran ampa fyri kavaruddingina í býnum annars. Saltið kostar eisini nógvan pening, og er saltið í saltkøssunum ikki ætlað til at halda tjúkkan kava burtur.
Kommunan heitir tí á borgarar um bert at stroya salt á vegir og gongubreytir, tá ið glerstoytt er, ella um svarthálka er.
Kelda: www.klaksvik.fo