Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegleiðing um feriu og privata ferðing til útlandið

Nú stundar til feriutíð, og flestu starvsfólk hava avtalað feriu í samráð við arbeiðsgevaran. Orsakað av COVID-19 støðuni kring heimin verður mælt til, at arbeiðsgevarar og starvsfólk gera greiðar avtalur sínámillum fyri at tryggja, at starvsfólk kunnu møta aftur til arbeiðis eftir feriuna.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir á arbeiðsgevarar um at tryggja sær, at starvsfólk eru væl kunnað um viðurskiftini í sambandi við feriu, ferðing í útlandinum og COVID-19.

Hesi viðurskifti eru viðkomandi at hava í huga:

Koppsetingartilgongdin er í gongd.Tilmælini um heimauppihald í Føroyum eru í løtuni ymisk, alt eftir um fólk eru koppsett ella ikki.Donsku ferðavegleiðingarnar byggja aftur á smittustøðuna í ymsu londunum, og londini verða býtt sundur í gul, appelsingul og reyð lond.Munur er á ES- og Schengenlondum og triðjalondum.Starvsfólk kunnu missa rættin til løn, um tey ikki møta aftur til arbeiðis sum avtalað orsakað av, at tey hava ferðast uttanlands í stríð við tilmælini frá myndugleikunum. Hetta kann t.d. verða, um tey ikki fáa møtt til arbeiðis til avtalaðu tíð vegna sóttarhald ella COVID-19 smittu.Frávera frá arbeiði uttan avtalu við arbeiðsgevara kann hava starvsrættarligar avleiðingar fyri starvsfólk.
Hetta er ikki galdandi fyri ferðing í arbeiðsørindum.