Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vegleiðing um brævatkvøðugreiðslu til vegleiðandi fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging

Veljarar, ið ynskja at greiða atkvøðu til vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging í Føroyum, sum verður 3. mai 2012, men sum valdagin eru staddir uttanlands, og tí ikki kunnu møta persónliga á valstaðnum at greiða atkvøðu, kunnu greiða atkvøðu við innsending av brævatkvøðu.

 Atkvøðast kann við brævi á føroysku sendistovunum í Keypmannahavn, Bruxelles, Reykjavík og London og á donskum sendistovum ella konsulátum í útheiminum. Yvirlit yvir hesar sendistovur og konsulát finst á heimasíðuni www.um.dk. Veljarar, staddir í hinum partinum av danska ríkinum, kunnu greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi.

Treytin fyri at kunna brævatkvøða er, at viðkomandi veljari valdagin lýkur treytirnar um valrætt og er á vallista til kommunuval sambært § 1 í kommunuvallógini.

Brævatkvøtt verður á tann hátt, at veljarin møtir persónliga á einum av føroysku ella donsku sendistovunum og fyllir út brævatkvøðutilfarið, ið sendistovan síðani sendir til viðkomandi kommunu í Føroyum.

Veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu brævatkvøða fram til dagin fyri sjálva fólkaatkvøðuna, tvs. fram til mikudagin 2. mai 2012. Brævatkvøðuseðilin skal vera komin fram til valstaðið í Føroyum, áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar, tvs. at atkvøðuseðilin skal vera komin fram í seinasta lagi 3. mai 2012 kl. 10.