Vegleiðing frá WHO, um at fyribyrgja koronavirus í matvøruvirkjum
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið bræv frá kinesiska matvørumyndugleikanum GACC, har tey biðja okkum tryggja, at vegleiðingin frá WHO verður send til øll virkir, og at hesi ráð verða fylgd. Vegleiðing á enskum "COVID-19 and Food Safety: Guidance for Food Businesses" kann lesast á hesi slóð: WHO
GACC hevur eisini boðað frá, at ætlanin er at gera video-eftirlit á føroyskum fiskavirkjum í næstum.
Tað er sera umráðandi, at virkir lesa vegleiðingina gjølla og taka neyðug stig.
Fyrr í ár var eitt uppslag gjørt um at vaska hendur, tað var eisini grundað á vegleiðing frá WHO. Uppslag kann síggjast niðast á hesi slóð HANDREINFØRI
!
Vegleiðing frá WHO
Hevur meira kunning um, hvussu matvøruframleiðarar kunna fyribyrgja spjaðing av koronavirus
Koronavirus kann yvirliva eina avmarkaða tíð á yvirflatum
Sambært vegleiðing frá WHO kann virusið yvirliva í upp til 72 tímar á plastik- og stálflatum.
Matvørur/fiskavørur
Matvørur eru ikki staðfestar at verða orsøk til smittu við koronavirus