Vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging
Landsstýrismaðurin í innlendismálum ger hervið kunnugt, at vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður í øllum kommunum hósdagin 3. mai 2012.
Borgararnir í teimum í kunngerð um fólkaatkvøðu nevndu 7 økjum verða spurdir, um teir taka undir við, at kommunurnar í økinum, har teir eru búsitandi, verða skipaðar sum ein kommuna.
Tey 7 økini eru:
1) Norðoyggjar t.e. Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommunur.
2) Eysturoy, t.e. Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur.
3) Sundalagið, t.e. Eiðis og Sunda kommunur.
4) Streymoy, t.e. Tórshavnar, Vestmanna og Kvívíkar kommunur.
5) Vágar, t.e. Vága og Sørvágs kommunur.
6) Sandoy, t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur.
7) Suðuroy, t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur.
Allir borgarar, ið hava valrætt til kommunuval, fáa valkort sendandi at nýta til fólkaatkvøðuna.
Atkvøðugreiðslan byrjar kl. 10 og heldur áfram til kl. 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Atkvøtt verður á teimum á valkortunum nevndu støðum.
Tinganes, 11. apríl 2012
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður