Vegleiðandi fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður 3. mai
Sambært kunngerð hevur landsstýrismaðurin í Innlendismálum tikið avgerð um, at fólkaatkvøða um kommunusamanlegging verður í øllum kommunum hósdagin 3. mai 2012.
Fólkaatkvøðan verður í stóran mun skipað eftir sama leisti sum til kommunuval, tó við einstøkum broytingum.
Sambært § 6 í kunngerðini er til fólkaatkvøðuna – eins og galdandi er til kommunuval – møguleiki hjá borgarum at atkvøða við brævi. Nýtt verður sama brævatkvøðutilfar sum til vanligt val.
Sambært § 6, stk. 2, í kunngerðini kann brævatkvøðast frá vikudegnum eftir, at kunngerðin er lýst, tvs. frá mikudegnum 4. apríl, og til og við dagin fyri fólkaatkvøðuna, mikudagin 2. mai.
Grundað á stutta skotbráið og at páskirnar liggja fyri framman kunnu kommunur, ið hava brævatkvøðutilfar liggjandi, tó skipa fyri brævatkvøðugreiðslu frá í dag av.
Í sambandi við sjálva brævatkvøðugreiðsluna eru nøkur formel viðurskifti, ið víkja frá vanligum mannagongdum í sambandi við brævatkvøðugreiðslu til t.d. kommunuval:
-Í fylgiskrivinum til spurningin um, hvat val talan er um, skal veljarin seta kross í teigin framman fyri orðið “bygdaráðs/býráðsval”
-Í staðin fyri at skriva navn á valevni ella flokki, skal orðið “Ja” ella “Nei” skrivast á brævatkvøðuseðilin
-Freistin at atkvøða við brævi er ikki sum vant 4 mánar áðrenn valdagin, men frá vikudegnum eftir, at kunngerðin er lýst
Í mun til sjálvan spurningin, ið fólkaatkvøðan snýr seg um, verður víst til § 3 og § 6 í kunngerðini.
Sambært hesum ásetingum skulu veljarar í teimum í kunngerðini nevndu 7 økjum skriva orðið “Ja” ella “Nei” á brævatkvøðuseðilin – alt eftir, um teir taka undir við, at kommunurnar, ið eru nevndar í tí øki, har viðkomandi býr, skulu skipast sum ein kommuna ella ikki.
Borgararnir skulu sostatt bert taka støðu til økið, har viðkomandi býr, og ikki til hini økini.
Dømi:
-Borgari í Fugloyar kommunu verður spurdur, um hann tekur undir við, at Norðoyggjar, t.e. Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar og Húsa kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna.
-Borgari í Kvívíkar kommunu verður spurdur, um hann tekur undir við, at Streymoy, t.e. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur, verða skipaðar sum ein kommuna.
Kommunan kunnar viðkomandi borgara um, hvat hann skal taka støðu til.
veljarar í Nes kommunu skulu atkvøða um: § 3, stk. 2: Í øki 2:
"Tekur tú undir við at Eysturoy t.e. Fuglafjarðar, Eystur-, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur verða skipaðar sum ein kommuna"
Nes kommuna kemur í hesum sambandi at skipa fyri borgarafundi, har kunnað verður nærri um hvat fólkaatkvøðan snýr seg um.