Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vatnstøðan í Genesaretvatninum hækkað

ÍSRAEL: Vegna, at lítið regn er komið niður í regntíðini í fleiri ár, er vatnstøðan lækkað munandi í Genesaretvatninum. Vatnstøðan er lækkað við fleiri metrum, og strondin kring vatnið er broytt munandi.

Vatnstøðan varð lækkað so mikið nógv, at tað kundi fáa vanlukkuligar avleiðingar. Vatnið hevur stóran týdning fyri fólkið í landinum, millum annað tí, tað verður brúkt sum drekkivatn.

Men í regntíðini í vetur er støðan broytt, so at vatnstøðan er hækkað aftur. Tað hevur nevniliga regnað munandi meir enn undanfarnu vetrar, og av tí sama er vatnstøðan hækkað. Í januar hækkaði vatnstøðan 55 cm og í februar 70 cm. Hetta bøtir nakað um støðuna hjá tí kenda vatninum, har Jesus virkaði nógv á og kring um, tá ið hann virkaði á foldum.

Tað hevur eisini verið kalt í Ísrael í vetur, so mikið kalt, at nógvur kavi er komin niður á teimum plássunum, ið liggja høgt uppi. Millum annað hevur tað fyri fyrstu ferð í fýra ár, kavað í Jerúsalem.