Vatnlitavár í Steinprenti
Leygardagin 24. mars býðst høvið hjá øllum áhugaðum at uppliva eina ljósa og várliga framsýning í Steinprenti við spildurnýggjum vatnlitamyndum hjá Bárði Jákupsson. Ferniseringin klokkan seks um kvøldið er samskipað við framførsluna hjá Aldubáruni, sum byrjar seinni, klokkan 19.30 við síðuna av í nýumbygdu stásiligu hølunum hjá Østrøm. Seinastu árini hevur Bárður Jákupsson havt fleiri stórar og fagnaðar framsýningar bæði innan- og uttanlands, ið allar hava verið merktar av einum øgiligum yvirskoti og skapanarmegi, og vit tora alt fyri eitt at lova, at henda skapanarmegin er púra óviknað.
Bárður Jákupsson er royndur listamaður. Hansara stílur er eyðkendur við dekorativum, ekspressivt abstraktum náttúrulýsingum við pensilsstrokum, ið ganga fýrisliga á skák niður eftir myndaflatanum, sum var listamaðurin ein náttúrunnar hjartamátari. Men tær nýggju vatnlitamyndirnar bera somuleiðis boð um ein listamann, sum kennir akvareltøknið innanífrá, men sum framhaldandi roynir nýggjar leiðir í síni rannsakan av hesum tøkni. Í fleiri av hansara myndum síggjast flótandi vatnlitastrok saman við neyvari blýants- og tusjstrikum og fleiri staðni eksperimenterar listamaðurin við at spræna vatnlitirnar á pappírið í fleiri løgum og í ymsum strukturum. Á henda hátt sýnist dýpdin í myndunum meira samansett, eins og myndirnar samanumtikið tykjast rættiliga fjølbroyttar.
Litavalið breiðir seg frá teimum hóligu jarðlitunum til bjartlitt reytt, gult og blátt. Í barnagarðinum hava børn í einum ávísum aldri eina rættiliga greiða og eitt sindur avmarkaða fatan av hvat gentu- og dreingjalitir er fyri nakað. Tá verður ljósareytt í serligan mun mettur sum gentulitur, meðan blátt hoyrir dreingjunum til. Nú ætla vit okkum á ongan hátt undir eina kynsspesifikka greining av litavalinum hjá Bárði Jákupsson, men gleðiligt er allíkavæl at kunna staðfesta, at hansara nýggju myndir ýa í gentulitum. Yvirhøvur eru hesar myndirnar tysjandi fullar av lívi og rørslu á ein hátt, sum hóskar lívsjáttandi árstíðini til.
Kinna Poulsen