Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vatnkanningarnar eru nú almennar

Nú kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu síggja úrslitið av vatnkanningunum á heimasíðu kommununar.

Nú kunnu allir borgarar vissa seg um vatndygdina í kommununi. At vatndygdin er í lagi merkir, at ávís markvirði verða hildin. Eitt nú virði fyri liti, klárheit, pH og bakteriur. T.d. mugu sjúkuelvandi bakteriur, so sum koliformar og E. coli bakteriur, ikki staðfestast í vatninum.

Kanningartíttleikin er í høvuðsheitum tengdur at fólkatalinum, sum fær vatn frá tí ávísa vatnverkinum. T.d. verður rávatn úr Villingadali kannað annan hvønn mánað, meðan drekkivatn úr Villingadali verður kannað mánaðarliga.

Eisini síggjast mikrobiologisk umsýn, sum verða tikin, tá drekkivatnið ikki lýkur markvirðini. Tað eru aloftast bakteriur í drekkivatninum, sum eru orsøk til at drekkivatnið ikki lýkur ásetingarnar.

Long søga

Í 1898 varð ein ø 75 mm vatnleiðing løgd undan Gráasteini og heim í býin. Hetta var fyrsta kommunala vatnleiðing í Føroyum. Vatnpostar vórðu uppsettir í teimum ymisku býlingunum, og har kundu havnaborgarar, sum vóru 1600 í tali, fáa sær vatn.

Havnafólk, og tá serliga konufólkini, vóru von at taka vatn úr Stóradammi í Havnará, og niðanfyri Stóradam var áin brúkt at vaska klæðir í. Síðani Gráastein í 1898 hevur brúksvatn eisini verið tikið ymiska aðrastaðni, og her kunnu vit nevna undir Varða, í Svanga og úr Villingadali.

Kommunan er nógv vaksin, bæði í vídd og fólkatali, og eru í dag 14 størri og smærri vatnreinsiverk, og fáa so at siga allir borgarar sóttreinsað vatn.