Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vatnið framvegis dálkað á Signabø

- Støðan er hon, at vit hava havt trupulleikar við bakterium á Signabø og á Oyrareingjum, og hóast fleiri útskolingar og eina klorering, so eru framhaldandi bakteriur á Signabø.

- Niðurstøðan hjá okkum er, at dálkað vatn á onkran hátt setur inn í drekkivatnskervið, og hetta hóast høga trýstið á vatnleiðingini.

- Leita verður eftir brekinum, og vónandi verður trupulleikin loystur skjótt. Men um onkur á Signabø heldur seg vita, hvør orsøkin kann vera, so er viðkomandi vælkomin at boða frá, sigur Viggo Christiansen, stovnsleiðari á Vatn- og gøtuljósdeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Til ber at ringja til Snarskivuna við boðum tel. 302010.