Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vaska er føroysk sápa til føroysku náttúruna

Tíðindaskriv: Harða, kálkríka vatnið í útlondum krevur aðra sápu enn bleyta, kálkfría vatnið í Føroyum. Tí er útlendsk sápa vanliga tilsett kálkbindandi evni, sum skaða náttúruna, eisini ta føroysku. Kemilux hevur ment eina reina føroyska sápu, ið ikki inniheldur hesi evni.

Vaska er navnið á nýggju sápurøðini, ið nú kemur í handlarnar. Talan er í fyrsta umfari um vaska hendur, vaska upp & niður og bonivoks.

Nýggja sápurøðin ber fliðumerkið, sum er trygd fyri, at vøran ikki inniheldur óneyðug kálkbindandi evni, og at hon lýkur strangastu ES-krøv. Tað er ikki av tilvild, at Kemilux hevur valt fliðuna, tí fliðan er úr kálki og - eins og okkara viðkvæma umhvørvið annars - verður hon rakt av skaðiligu árinunum av kálkbindandi evnunum, ið sápa til evropeiska marknaðin vanliga inniheldur.

Jóhanna Zachariasen, góðskuleiðari hjá Kemilux, greiðir soleiðis frá: – Í londum kring okkum inniheldur vatnið upployst kálk, sum kann skaða ketlar, vaskimaskinur o.a. Kálkið ávirkar virkningin av sápu. Tí mugu sápuframleiðarar úti í heimi tilseta ymisk kemisk evni at binda kálkið í vatninum. Hesi evni, so sum Na-EDTA og NTA, eru illa niðurbrótilig í náttúruni og dálka tessvegna umhvørvið. Hesi óneyðugu evni nýta vit ikki í húsarhaldssápunum frá Kemilux. Føroyska vatnið er nevniliga kálkfrítt, tí tað kemur ikki úr undirgrundini, men úr erva sum regn.

Tað er tí við gleði og stoltleika, at Kemilux setur vaska hendur, vaska upp & niður og bonivoks á føroysku handilshillarnar.

Vaska hendur avloysir vanligu hondsápuna hjá Kemilux. Umframt nýtt navn og nýtt vakurt snið, fæst hondsápan í fimm ymiskum angum við og uttan krem.

Vaska upp & niður hevur avloyst klassikaran Upp & niðurvask og hevur somuleiðis fingið nýtt og vakurt snið eins og bonivoksloysari, bonivoks og vaskibon.

Kemilux hevur ment nýggju vørurnar, meðan Sendistovan hevur veitt snið og ráðgeving.