VASK OG SÓTTREINSAN AV TRÁÐUM OG ØÐRUM REIÐSKAPI
Heitt verður á øll, sum koma til Føroya at fiska, um at vaska og sóttreinsa tráður og annan reiðskap, áðrenn komið verður inn í landið
Fiskasjúkan, sum nevnist Infectious Hematopoietic Necrosis (IHN), er fyri stuttum staðfest í m.a. Danmark og Finnlandi. IHN er ikki fyrr staðfest í Danmark.
Í Danmark eru nú settir avmarkandi geirar um allar áir, sum hava beinleiðis samband við tey alibrúkini, sum eru smittað (sí meira um hetta á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen, www.fvst.dk).
Umframt tað eru gjørdar serstakar reglur fyri stuttleikafiskarar har um leiðir.
Enn er ikki greitt, hvussu alibrúkini eru vorðin smittað, og hvussu drúgvar avmarkingarnar verða.
Um Infectious Hematopoietic Necrosis (IHN)
IHN er ein ógviliga álvarsom virussjúka, som fyrst og fremst smittar laksasløg. Millum teirra eru síl (Salmo trutta) og atlantiskur laksur (Salmo salar) árínilig.
Fellið er oftast stórt, men tað veldst um m.a. hitan í vatninum og aldurin á fiskinum. Hjá ungum fiski kann deyðatalið verða upp til 100%. IHN-virus kann smitta bæði frá kliniskt sjúkum fiski og frískum smittuberum.
Sjúkueyðkenni fevna um óvanligt svimjingarlag, útrend eygu, dimmari skræðu, bleikar táknur, løstir innast við fjaðrarnar og trútnaðan búk. Búkurin kann vera fullur av vætu og yrkisgøgnini bleik.
IHN-virus smittar m.a. gjøgnum smittudálkað vatn, og tá ið smittað rogn og smittaður fiskur verða flutt.
mframt tað er vandi fyri virusspjaðing við tráðum og øðrum reiðskapi, sum hevur verið í sambandi við vatn og fisk, sum eru smittað. IHN-virus kann verða gjørt óvirkið við sóttreinsanarevni og turking.
IHN er ikki ein zoonosa, t.e. fólk gerast ikki sjúk av virusinum.
Fyribyrging og eftirlit
Sjúkan er ongantíð staðfest í Føroyum. Av tí at laksur verður aldur í Føroyum, og vill síl eru í Føroyum, er neyðugt við fyrivarni, so at smittan ikki verður borin til Føroyar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit í sambandi við, at livandi fiskur og rogn verða innflutt til Føroya. Í løtuni er eingin innflutningur av sílum og/ella sílarognum, og tí skuldi eingin vandi verið fyri, at smitta verður borin inn á okkum.
Tann størsti vandin fyri, at smittan verður borin til Føroya, er tí reiðskapur, sum lættliga kann verða fluttur millum lond, m.a. tráður, gummistivlar o.tíl.
Verða tráður og annar reiðskapur vaskað og sóttreinsað, áðrenn ferðafólk koma til Føroya at fiska, ber til at forða fyri, at smittan kemur til Føroya.
Tí verður heitt á øll, sum koma til Føroya at fiska, at vaska og sóttreinsa tráður og annan reiðskap, sum verður brúkt í hesum sambandi, áðrenn komið verður til landið.
Tilvísingar
Les meiri á heimasíðunum hjá Fødevarestyrelsen og Veterinerinstituttet:
Leinki til Fødevarestyrelsen:
https://www.foedevarestyrelsen.dk/Leksikon/Sider/Restriktioner_i_forbindelse_med_fiskesygdommen_IHN.aspx
https://www.foedevarestyrelsen.dk/Leksikon/Sider/Fiskesygdom-IHN-%E2%80%93-aktuel-situation.aspx
Leinki til Veterinerinstituttet:
https://www.vetinst.no/nyheter/infeksios-hematopoetisk-nekrose-pavist-i-danmark-og-finland
https://www.vetinst.no/sykdom-og-agens/infeksi%C3%B8s-hematopoetisk-nekrose-ihn
Eru spurningar, ber til at venda sær til Sarah Vallin, sum er fyribils settur landsdjóralækni.
Soleiðis vaskar og sóttreinsar tú fiskireiðskap, tráður og annan reiðskap
1.Skola og vaska tráðuna og annan reiðskap væl og virðiliga í vatni úr krananum
2. Sóttreinsa tráðuna og annan reiðskap sambært merkingini á sóttreinsingarvøruni
3. Lat tráðuna og reiðskapin torna.