![](/myndir/myndin-17032_r_705_0.jpg)
Varskógvaraskipanin løgd fram á Løgtingi
Týsdagin legði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, fram uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi, á Løgting.
Endamálið er at skapa størri opinleika og gjøgnuskygni í almenna geiranum, at styrkja rættartrygdina hjá starvsfólkum í almennum starvi, og at tryggja, at óreglulig viðurskifti verða fráboðað soleiðis, at almennir myndugleikar kunnu fáa viðurskiftini í rættlag.
Í Føroyum eru bert lógarkravdar varskógvaraskipanir innan fíggjargeiran. Við nýggja lógaruppskotinum verður varskógvaraskipan sett í verk fyri starvsfólk í almennum starvi hjá landinum. Landsgrannskoðanin fer eftir ætlan at umsita skipanina.
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum:
“Almenni geirin røkir týðandi og grundleggjandi uppgávur vegna alt Føroya fólk. Tað er tí av sera stórum týdningi, at starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum kunnu kenna seg trygg við at fráboða møguligt óreglusemi innan tað almenna.
Seinastu árini hava alsamt fleiri lond sett í verk varskógvaraskipanir - eitt nú fyri starvsfólk í almennum starvi - men í Føroyum eru varskógvaraskipanir enn bert settar í verk innan føroyska fíggjargeiran. Hetta vilja vit broyta.
Málið er at betra almenna geiran, at veita størri opinleika og gjøgnumskygni í almennu fyrisitingini, og at styrkja rættindi hjá starvsfólkum í almennum starvi.”