Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Varlig fíggjarætlan skapar virksemi, trivnað og tálmar raksturin

Uppskotið til fíggjarætlan 2012 fyri Tórshavnar kommunu er varligt. Raksturin verður tálmaður, uttan at tað ávirkar tænastustøðið. Íløgurnar verða gjørdar uttan lántøku, og tær skulu skapa virksemi og trivnað í høvuðsstaðarkommununi. Uppskotið til fíggjarætlan javnvigar við 646 mió. kr.

Á fundi í Tórshavnar býráð í kvøld legði Heðin Mortensen, borgarstjóri, fram uppskot til fíggjarætlan í Tórshavnar kommunu fyri 2012.

Uppskotið javnvigar við 646 mill. kr., ið er 34 mió. kr. meira enn fíggjarætlanin í ár.

Tálma raksturin

Rakstarútreiðslurnar verða í 2012 í alt 496 mill. kr. Tað er ein hækking á 1% í mun til í ár. Samgongan tálmar raksturin, uttan at tað nervar tænastuna, ið kommunan bjóðar borgarum og vinnuni sum heild.

Roknað verður við sama skattaprosenti, 20,75%, og sama barnafrádrátti, 5.500 kr.

Íløgur skapa virksemi og trivnað

Samgongan leggur stóran dent á, at íløgurnar verða raðfestar, og at raksturin verður tálmaður.

Íløgurnar eru knappliga 139 mill. kr. Í 2011 vóru íløgurnar 109 mill. kr., og tí er talan um eina hækking á 30 mill. kr., ið svarar til 27%. Allar íløgurnar verða fíggjaðar yvir skattin og uttan lántøku.

Tann størsta íløgan er Boðanesheimið við 36,5 mill. kr. Aðrar stórar íløgur eru dagføring av skúlum 14 mill. kr., brúgv um Sandá 12 mill. kr., vegir 13,5 mill. kr., musikkskúli 8 mill. kr. og svimjihylur og golfvøllur við 5 mill. kr. hvør.

Íløgurnar hjá kommununi í 2012 eru sum heild ætlaðar at vera virksemisskapandi, so handilslívið og vinnan annars í kommununi merkja íløgurnar positivt í einari tíð, sum er fíggjarliga avbjóðandi fyri alt samfelagið.

Harnæst skulu íløgurnar stuðla undir og skapa trivnað fyri borgarar í kommununi.

Við árslok verður lánsbyrðan hjá kommununi áleið 200 mill. kr., og tað er ein avmarkað byrða fyri landsins størstu kommunu.

Fer nú til viðgerðar

Uppskotið til fíggjarætlan fer nú til viðgerðar í politisku nevndunum, og tíðarætlanin ásetur, at ætlanin skal verða endaliga samtykt í býráðnum pr. 1. desember 2011.