Várhagasólja
28. november 2011 Várhagasólju (Taraxacum) munnu tey flestu kenna, men tey fægstu vita tó, at vit hava minst 35 ymisk smásløg av várhagasólju í Føroyum. At greina tær niður til smáslag krevst tó serligan kunnleika.
Várhagasólja er í flestu bygdum í Føroyum. Tær stóru hagasóljurnar er sera sjónligar. Fræðið er tillagað til vindspjaðing, so hugsast kann at várhagasóljur vóru her við landnám, men havandi í huga, at hon søguliga hevur verið nyttuplanta, kann eisini væl vera, at hon er innflutt við fyrstu búsetunum.
Danski serfrøðingurin í várhagasólju, Hans Øllgaard, hevur skrásett 35 ymisk smásløg av várhagasólju í Føroyum. Hesar kunnu flokkast í 7 sektiónir. Í sektiónini, sum kallast Ruderalia fevnir um 15 smásløg, sum øll eru stór sløg við breiðum, óblettutum bløðum og hvørs blómur eru 45-50 mm í tvørmáti. Vanliga verða smásløgini í hesi sektionini innflutt/innslødd og kunnu tí siga frá um og nær fólk fyrstu fer eru komin til økið.
Várhagasólja varð í miðøld nógv nýtt sum lækna- og maturt. Til dømis vóru bløðini nógv nýtt sum salat.
Sambært ”Gomul føroysk heimaráð” eftir R.K. Rasmussen varð siður summa staðni í Føroyum at nýta mjólkina av várhagasólju at smyrja á kambfjaðrar.
Í greinini "Færøernes ældste Kulturplanter", ið Hans Guldager og Anna Maria Fosaa hava skrivað, kunnu tit lesa um nakrar av teimum elstu nyttuplantunum. Greinin kann heintast her
http://www.ngs.fo/Default.aspx?ID=9431&PID=10187&NewsID=4071&Action=1