Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Várgróðurin farin í gongd

Eins og undanfarin ár fylgir Havstovan við, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar.
 
Gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Av tí at plantuæti fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum á okkara leiðum um várið og summarið. Og nú komið er út í mai, er várgróðurin rættiliga farin í gongd.
 
Tá gróðurin er byrjaður, fer djóraæti av álvara at gýta. Fiskalarvur frá várinum eru smáar hesa ársins tíð, og klára tí einans at taka smátt djóraæti. Tá nógvur várgróður er, eru góð líkindi fyri, at fiskalarvurnar fáa nóg mikið av føði, og at tilgongdin til fiskastovnarnar verður góð.
 
Tað er ógvuliga ymiskt frá einum ári til annað, nær gróðurin av plantuæti á Landgrunninum um várarnar byrjar. Í ár er hann byrjaður tíðliga.
 
Til ber at fylgja gongdini í gróðurinum á Landgrunninum her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=15&Itemid=120