Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Várgróðurin á Landgrunninum byrjaður

Dan Klein --- 15.04.2018 - 09:59

Gróðurin, plantuæti, er fyrsti liður í føðiketuni, og er harvið grundarlagið undir øllum lívi í sjónum. Av tí at plantuæti fær orkuna úr sólarljósinum, er næstan allur gróðurin í sjónum á okkara leiðum um várið og summarið. Longu nú, hálvur apríl er ikki runnin, sæst lutfalsliga nógvur várgróður (sí mynd 1). Hetta er óvanliga tíðliga.
 
Sløgini, sum eru at finna hesa ársins tíð eru kisilalgur (sí mynd 2). Kisilalgurnar grógva skjótt, tá umstøðurnar eru til vildar og eru tann bólkurin av plantuæti, sum er mest vanligur á Landgrunninum.
 
Tá gróðurin byrjar, fær djóraætið føði og fer av álvara at gýta. Smátt djóraæti er fyrsta føðin hjá fiskalarvum tíðliga um várið. Tá nógvur várgróður er, kunnu vit tí vænta, at livilíkindini og vøksturin hjá fiskalarvunum eru góð. Hóast tað enn er ov tíðliga at siga, um gróðurin í 2018 fer at hilnast væl, sær tað spennandi út.
 
Síðani 1997 hevur Havstovan á hvørjum ári fylgt við í, hvussu gróðurin er á Landgrunninum. Hvørja viku tekur Lívfiskastøðin í Skopun royndir í Skopunarfirði, sum Havstovan síðani kannar. Til ber at fylgja gongdini í gróðrinum á Landgrunninum her: http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=18&Itemid=123