
Várfólk á vitjan
Í gjár, 8. mars, og eina viku fram skipar Føroya Fólkatónleikarafelag fyri árliga Várfólk festivalinum.
Várfólk var á fyrsta sinni fyriskipaður í 2014 við endamálinum at varpa ljós á og geva íblastur til lokala tónleikaumhvørvið, sum í hesum døgum eisini fær vitjan av útlendskum soloartistum, við fokus á fólka- og spælimanstónleik, kvæði og vísusang.
Várfólk 2016 ferðast kring landið frá Havnar Kirkju, Kaffhúsinum, Hvonn og Reinsarínum til Tøting í Gøta og Maggie's í Nólsoy.
Festivalurin í ár samstarvar eisini við Red Snow átakið, sum í hesum døgum hevur framsýningar og fyrilestrar í Norðurlandahúsinum.
Vitjandi artistarnir á Várfólk fara somuleiðis at halda sonevnd workshops fyri at greiða nærri frá sínum egna tónleiki og etnisku bakgrund.
Skráin fyri Várfólk sæst á heimasíðuni hjá TUTL á TUTL.com.