Varðveitingararbeiðini upp á Múrin í Kirkjubø halda nú fram
Farið er nú undir niðurtøku av veðurverjuni.
Sum liður í varðveitingartiltøkunum, sett vóru út í kortið januar 2010 við góðkenning landsstýrismannsins við mentamálum, verður nú hildið á fram við at fremja ætlanirnar við konserveringstiltøkunum.
Tá endalig støða varð tikin til, at Múrurin skuldi varðveitast í tí líki, vit vita um, at hann hevur haft gjøgnum øldir – nevniliga sum toft - hevur seinnu árini verið arbeitt við at finna fram til tað slagi av mørtli, ið er hin best egnaði til varðveitingarendamálið, bæði hvat viðvíkur styrki og útsjónd. Nú hesi úrslit eru nádd, er í ár farið undir sjálv konserveringsarbeiðini.
Meðan kanningar av ymiskum slagi hava staðið uppá, hevur múrverkið verið vart av eini fyribils veðurverju. Endamálið við veðurverjuni var, at væta, ið nervaði múrverkið, ikki longur skapp at seta inn í múrverkið, og at vindurin inni undir henni turkaði váta mørtilin og múrverkið upp. At veðurverjan hevur virkað sum ætlað, hava mátingar, gjørdar meðan verjan hevur staðið uppi, víst.
Farið er undir at konservera 6m av norðurmúrinum, bæði innan og uttan. Arbeiðið fevnir um útmúring av fugum, har mørtilin er dottin út, og festing av leysum steinum. Eisini verður betongið, ið liggur oman á múrkrúnuni, tikið burtur, og í staðin verður ein kappi av Bentonit, eitt slag av plastiskum leir, lagdur oman á, sum so aftur flag verður lagt oman á.
Nú farið er undir konserveringina av múrverkinum, er eisini farið undir at taka niður tann partin av veðurverjuni, sum hevur fevnt um liðugt konserveraða partin, og verður hann ikki settur upp aftur aftan á lokna sesong seinni í ár. Og so hvørt sum múrverkið verður liðugt konserverað verður veðurverjan tikin niður, og at enda stendur Múrurin aftur berur, liðugt konserveraður!
Tað er múrarafyritøkan hjá Birgiri Krossteig í Tórshavn, ið ger arbeiðið eftir vegleiðing frá fyritøkuni Nordisk Konservering í Raadvad norðan fyri Keypmannahavn, sum í fleiri ár hevur arbeitt við og ment varðveitingartiltøkini í Kirkjubø.
Arbeiðið, ið byrjaði miðan apríl, heldur á fram til um miðan august.