Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Finn Ougaard, fyrrverandi varafúti

Vardi svikini í móti betri vitan

Global-dómurin, sum blaðstjórin fekk, skuldi vísa seg at vera ein týdningarmikil dómur, og aftaná kom varafútin, Finn Ougaard, út á sólplettin at standa, har hann hátíðarliga kunngjørdi fyri Gudi og monnum, at Global-konseptið nú var kannað – eisini í samband við týsku skipasmiðjuna, sum bygdi skipini, og tað vísti seg onki kriminelt at vera farið fram.

Samfelagsgreining (3) – grein í Oyggjatíðindum 16. Januar 2015:

Dan Klein
journalistur
skrivar:

Sjálvandi skuldi ákæruvaldið sissa politisku skipanina, tí táverandi ovasti leiðarin í skattavaldinum, Petur Alberg Lamhauge, hevði í fleiri umførum, meldað Global fyri skattasvik, men fútin hevði hvørjaferð serva meldini retur í villum kina-smasjum. Og tað skapti órógv, og tí mátti varafútin út á altanina at veitra handan ágangandi mýggjabitan burtur við danska drotningavinkinum. Skipapakkin kundi avgreiðast av umsitingini, og blaðstjórin rann inn og út úr rættinum, tí frið fekk hann ikki at virka journalistiskt.

Men meðan alt hetta gongur fyri seg vóru persónarnir aftanfyri Global, tvingaðir í rættin av skattavaldinum, sum vildi hava “teggjuna”, at viðurkenna, at eginpeningurin í skipunum var fiktivur, og tá teir høvdu brúkt hesa fiktivu íløgu til avskriving um skattin, skuldi hetta skattast.

Avtalan var góðtikin í rættinum og váttað av dómara!

Tá blaðið hevði samrøðu við navngivnan mann, sum hevði upplivað hendan sama dómaran, valdi dómarin at melda blaðstjóran fyri úttalilsini hjá navngivna persóninum. Allar royndir at gera politinum vart við, at blaðstjórin ikki átti orðini um dómaran, vóru til fánýtis hjá navngivna manninum.

Ákæruvaldið helt, at tá tey nú kortini høvdu blaðstjóran í saksinum, kundu tey líka so gott fáa hann dømdan fyri onnur viðurskiftir, sum hesin sami navngivni persónurin hevði sagt um fútan sjálvan. Jassarnir høvdu evnini, var heilt givið ikki fyrstu ferð, at følsk prógv vóru brúkt í ákæruritum.

Meðan tey nú vóru í hasi sminkidósuni, so kundu tey hjá ákæruvaldinum líka so væl fáa blaðstjóran í fongsul, og her kom so Global-dómurin inn aftur, sum grundarlag fyri hesum dóminum. Knappliga var alt gloymt og goymt um avtaluna, Global-tekkjan gjørdi, og hevði skrivað undir uppá, nevniliga at eginpeningurin var fiktivur, og at gjaldast skuldi skattur av hesum stunti.

Harvið misti Global-dómurin gildi, men rættarskipanin og heimastýrismafian vildi ikki sleppa dóminum, sum fekk loyvi at verða hangandi, og sendi sostatt eisini blaðstjóran lúkst í fongsul. Hetta var sjálvsagt grovt brot á pressufrælsi, og harvið eisini mannarættindini.

Leingi hava teir gomlu aktørarnir vilja vakt trølli frá áttatiárunum uppaftur. 

Andstøðan roynir at skræða hetta frá privatkapitalismuni, sum tey ikki av órøttum, kalla fámannaveldi, men skal tað eydnast at fáa vinnuna at gjalda fyri at nýta “Fólksins ogn” á vinnuligum grundarlagi, og at hetta skal koma øllum borgarum til góðar, so má javnaðarflokkurin sleppa sínum konseptið um, at virkisfús uttan kapital eiga at hava atgongd til vinnutólini við stuðli úr landskassanum.

Tá er talan um fámannaveldi við politiskum broddi. Tað kemur ongantíð at ganga. Prosjektið hjá Tjóðveldinum um at “Fólksins ogn”, kemur heldur ikki at ganga, tí flokkurin ætlar at brúka “Fólksins ogn”, sum stýringsamboð, at halda flokkinum til maktina, og tað gevur ikki heldur nakað annað enn politiskt Fámannaveldi.

Meira seinni...


Lingur til 1. greinina: http://www.oyggjatidindi.com/svik+og+svans.html

Linkur til 2. greinina: http://www.oyggjatidindi.com/hann+misti+maktina+men+hevur+dreymin.html