Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vanvirðing fyri nólsoyingum

Nú hevur býráðsval verið, og tað var einki mark fyri hvussu nógv góð lyfti vóru givin nólsoyingum.

Men dagin eftir býráðsvalið fór býráðið undir annan tátt.

Stórt var lagt fyri.

Býráðsvalið var týsdag 10. november. Hósdag setti kommunan eitt lið at grava undan støðið, har ein minnisvarði um kendasta nólsoying nakrantíð, Nólsoyar Páll, stendur niðri í Vágsbotni. Hetta er beint har hann og konan settu búgv við dótrini tá hann vendi heim aftur sum skipari. Tíverri gjørdist tíðarskeiðið ikki langt, tí konan doyði og hann flutti úr Havn.

Í 25 ár hevur henda standmynd prýtt býin og mint okkum á Nólsoyar Páll. Hans Pauli Olsen hevur gjørt hetta meistaraverk har rovfuglarnir sveima omanfyri hann og ímynda danska valdið, sum lá honum eftir lívinum og einki hægri ynski hevði enn at fáa hann burtur.

Og nú hevur sitandi býráð givið honum og øllum nólsoyingum og øllum hansara eftirkomarum tað asnaspark at grava støðið burtur undan minnisvarða hansarara.

Er tað virkuliga eingin býráðslimur, sum heldur at henda vandalisma hevur uppiborið at koma fyri á einum eykabýráðsfundi, har borgararnir kunnu sleppa at síggja hvørjir býráðslimir vilja støðga hesum ørskapi?

Zakarias Wang