Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vandi fyri mistøkum og sviki

LANDSGRANNSKOÐARIN: Ábyrgdin av roknskapinum ber eisini í sær, at aðalráðini og stovnarnir støðugt hava tað innanhýsis eftirlit, ið skal til, fyri at ársroknskapur kann verða gjørdur, sum gevur eina rættvísandi mynd uttan stórvegis skeivleikar.

Í sambandi við eftirlitini seinastu árini hava vit spurt leiðslurnar, um tær hava mett um vandan fyri, at stórvegis skeivleikar eru í roknskapinum, tað veri av mistøkum ella sviki.

Samanumtikið kann sigast, at leiðslurnar hava ikki hugsað um vandan fyri feilum, og leiðslurnar hava heldur ikki sett nøkur tiltøk í verk at forða fyri sviki. Flestu stovnsleiðarar vísa á, at teir brúka Verkgongdarskipanina á Føroya Gjaldstovu, sum hevur innbygdan skilnað millum tey, sum skráseta og tey, sum leysgeva.

- Teir halda tí ikki vandar vera fyri stórvegis skeivleikum í roknskapinum. Flestu stovnsleiðarar siga seg ikki hava kunnleika um, at svik verður framt, illgruna um svik, ella hoyrt um skuldsetingar um svik.