Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vandamikil boði er nú fult uppmáldur

SIGLINGARLEIÐ: Ein av størstu og mest vandamiklu boðunum í føroyskum hav- og sjóøki, er nú fult uppmáldur. Talan er um Høgnaboða eystan fyri Nólsoynna, ið liggur rættiliga illa fyri í mun til eina av mest nýttu sjóferðsluleiðunum til og úr Føroyum. Boðin er væl kendur av flestu føroysku skipsmanningum, meðan manningar á útlendskum skipum í stóran mun hava kent seg rættiliga ótryggar við Høgnaboða.

Einki er at ivast í, at føroyskir sjómenn hava stóra virðing fyri Høgnaboða, sum liggur eystan fyri Nólsoynna og suður úr Eysturoynni. Mangar eru frásagnirnar um vandaferðir úti við hendan boðan, har sjálvt stór skip eru komin í havsneyð. Somuleiðis eru eisini frásagnir um góðan fiskiskap í góðveðri við Høgnaboða, ið er tiltikið gott seiðapláss, men eisini góð fiskileið fyri eitt nú tosk.

Í sambandi við at Landsverk – saman við danska Kort og Matrikkelstyrelsen – hevur arbeitt við at dagføra sjókortini fyri Føroyar, hevur tað leingi verið eitt ynski at máta dýpið við Høgnaboða av nýggjum.

Tað var í dýrdarveðri næstseinasta fríggjadag, at tvey serkøn starvsfólk á Landsverki sigldu út við neyðugum tólum, ið skuldu gera nýggjar mátingar av Høgnaboða. Talan var um uppmáting við fleirstráluekkoloddi. Átakið eydnaðist so mikið væl, at fult yvirlit fekst yvir økið á og kring vandamikla boðan.

Uppmátingin vísir, at Høgnaboði er settur saman av tveimum boðum og fleiri grynnum uttanum. Boðarnir hava eitt ummál, sum er umleið 300 x 400 metrar. Dýpið er í miðal um sjey metrar, men við nýggju uppmátingini vórðu tríggir kneysar funnir afturat, har dýpið einans er 6,6 metrar. Tá er hædd ikki tikin fyri aldu og vánaligum veðri, sum sjálvandi ger, at miðaldýbdin í slíkum líkindum kann minka munandi. (Hesi mát eru í mun til sokallað føroyskt null. Miðalvatnstøðan í Føroyum er eitt sindur ymisk, alt eftir, hvar í landinum ein er staddur, men liggur innan fyri umleið hálvan metur í mun til føroyskt null).

Tað er komið fyri, at skip hava rent á Høgnaboða ella eru komin illa fyri á hesi leiðini – tí økið gerst serliga vandamikið, tá vindur og harður streymur renna saman – men ongin álvarslig skipsvanlukka er tíbetur hend har í nýggjari tíð.

Viðkomandi sjókort yvir Føroyar verða nú dagførd við nýggjastu upplýsingunum frá teimum seinastu uppmátingunum. Hetta fer ivaleyst at økja um trygdina og trygdarkensluna hjá teimum, sum nýta hesa sjóferðsluleið.

Fakta ** Í bókini “Den Færøske Lods” sum fyrstu ferð varð givin út í 1891 og seinast dagført í 1983, stendur skrivað um Høgnaboða:

“ Høgnaboði, er en samling blinde skær, som skibe bør undgå. De ligger c. 4 sm ENE. For Eystnes og c. 3 sm S.t.E. for Mjóðanes. Der er kun 7,5 m vand på den lægste bue, og søen bryder i reglen på den, når der er nogen bevægelse i vandet.”