Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vanærir deyðan mann

Aftaná at Christian Andreasen advokatur kunngjørdi, at nú vóru øll skjøl løgd fram í tollmálinum, so hugsaði eg: gott, so var handa sakin lukkað forever. Slutt við at skriva og mistonkiligera meira um nevnda mál.

Men sigast má, at tað í staðin fyri varð eitt skelkandi politiskt stunt, ið sitandi fíggjarmálaráðharri væl hjálptur av einum advokati hevði í Miðlahúsinum umleið klokkan 15 fríggjadagin.

Fíggjarmálaráðharrin segði millum annað, at hann var sera fegin um, at tásitandi fútin í samband við nógv umrødda tollmálið hevði "reinsað" seg so væl og virðiliga, tí fútin hevði sagt, at "her var einki at koma eftir."

Samstundis so harmaðist hann eisini um, at persónurin, sum skuldi havt móttiikið brævið frá tollmynduleikunum, ikki var ímillum okkum longur. Men fyri mær var spurningurin, hvussu harmur fíggjarmálaráðharrin var, tí "goymslumaðurin" hevði jú høvusleiklutin í hesum politiska stuntinum, sum fór fram í Miðlahúsinum.

Av tí sama var tað sera heppið fyri fíggjarmálaráðharran, at ábyrgdarpersónurin, sum sat á avgreiðslu Skipafelagsins í nógv ár, ikki kundi taka orðið viðvíkjandi skrivinum, sum hann hevði fingið um uppsøgningina av tollkredittinum. Hetta orsaka av, at hann hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár.

Tí hevði hesin persónur verið á lívið í dag, so kundi hetta politiska stuntið fingið fatalar fylgir fyri trúvirðið hjá Fíggjarmálaráðharranum.

Ja var "goymslumaðurin"á lívið, so var tað samstundis komið undan kavi, hvar brævið um uppsagda tollkredittin var blivið av. Og tá hevði tíðindafundurin helst ikki verið so áhugaverdur. So tað stutta av tí langa er, at Fíggjarmálaráðharrin við hesum politiska bluffinum misbrúkar ein deyðan mann, sum tískil ikki fær svarað fyri seg.

Harafturat fær hann eisini drigið stjóran á tollstovuni í Sørvági niður í sítt politiska díki.

Eg hevði tað gleði, at eg kom at arbeiða saman við hesum manni í 25 ár. Ein sera dugnaligur og kompetentur maður, sum gjørdi sítt arbeiði til lítar. Tú kundi ikki seta fingurin á nakað, sum hann hevði við at gera. Tí er tað nógv fyri, at hann, sum við skrivi hevur gjørt vart við, at tollkreditturin var uppsagdur, av Christiani Andreasen advokati verður alment úthongdur, soleiðis at sitandi fíggjarmálaráðharri, sum ein annar Pilatus kann vaska sínar privatu og politisku hendur.

Rætt er tað, at ein er ikki skyldugur, fyrr enn dómur er fallin. Soleiðis var eisini, tá tað á náttartíð var farið inn á annan manns ogn, har ein Baadermaskina varð tikin og flutt av bygdini. Um tað er satt, at seriunummarið varð skrúvað av, fyri at verða flutt á aðra, eldri maskinu, tað veit eg ikki, men so segðist.

So kann ein spyrja seg sjálvan, hvør er lægsti felagsnevnarin í sambandi við moral og etikk hjá einum politikara. Ella eru vit komin har til, at hevur ein nóg góðar taligávur og politiska makt aftan fyri seg, so kann ein hóreiggja tær akkurát sum tú sjálvur vil? Eg spyrji bara.

Og er fíggjarmálaráðharrin ikki komin út um alt politiskt mark ,tá tað snýr seg um moral og etikk, og ikki minst politiska manipulation í síni roynd at halda fast um maktina?

hava fleiri dømir um, at landsstýrisfólk eru varpað út úr landsstýrinum fyri bagatellir. Johan Dahl var landsstýrismaður í nakrar fáar vikur, so var hann av Jóannes Eidesgaard, tásitandi løgmanni, sendur til hús. Hetta orsakað av, at ein kvinna í fjølmiðlunum hevði ákært hann fyri, at maður hennara fyri nógvum árum síðani hevði havt ein fíggjarligan miss, orsakað av eini verkætlan, hann hevði havt við Johan Dahl.

Aftaná vísti tað seg, at ákærurnar vóru dømdar deyðar at vera.

Er tað eisini so galið, at okkara stjórnarleiðari, sum mangan verður sagt frá, er ein marionettdukka, sum fult og heilt verður stýrdur av fíggjarmálaráðharranum? Og avleiðingarnar, um hann sigur fíggjarmálaráðharran úr starvið, eru, at hann aftaná onga samgongu hevur aftan fyri seg?

Og kann Fólkaflokkurin halda áfram við at stuðla einum politikara, sum óbeinleiðis skuldsetir eina deyðan person fyri at vera orsøk til, at fleiri hundrað ótollaðar vørur ólógliga vórðu fluttar úr goymsluni og seldar, uttan at tollur varð goldin. Tað sæst á øllum brøgdum, at hetta politiska stuntið hevur verið fyrireikað í fleiri vikur, ja frá frá fyrsta degi av, tá Portal.fo fekk nøkur skjøl fram úr politisku skýmaskotunum.

Advokaturin, sum N. Niclasen og sitandi fíggjarmálaráðharri hava brúkt í áratíggjur, varð útskiftur við, sum tað varð sagt, "tann besta" á hesum økinum.

Men harragud, her var ikki neyðugt við hvørki advokati ella tí rúgvismiklu skjalarúgvuni. Fíggjarmálaráðharrin kundi tað sama kalla inn til tíðindafund uttan nakað sum helst skjal.

Tí tað skjalið sum "skuldi reinsa hann", og sum gjørdist kjarnuspurningurin í tí politiska sjóneleikinum, tað hevði ein nú deyður maður havt í varveitslu.

So sambært fíggjarmálaráðharranum, so lá próvbyrðan ikki hjá honum, men hjá tí manni, sum hevði ligið undir grønutorvu í nógv ár.

Var tað ein í mínari familju, ið av fíggjarmálaráðharranum óbeinleiðis varð skýrdur at vera órøkin og orsøkin til, at uppsøgnin av tollkredittinum ikki varð tikin til eftirtektar, so hevði eg melda fíggjarmálaráðharran fyri ærumeiðing. Tá tað einaferð fyri Fólkaflokkin so heilt avgerðandi Uttanríkisráðið lá í skeljasori, varð eitt væl fyrireikað politiskt stunt eisini brúkt. Jú tá segði táverandi uttanríkisráðharrin, at orsøkin til, at Uttanríkisráðið varð niðurlagt, "vóru sparingar." Í dag ger sami maður eitt annað politiskt stunt.

Fyri at sleppa sær undan skuldsetingum um tollundandrátt, meðan hann sat sum stjóri og løgtingsumboð, so misbrúkar hann ein deyðan person, og gevur honum skyldina fyri, at fyritøkan, har hann var stjóri, flutti fleiri hundrað ótollaðar vørur út av deild Skipafelagsins.

Eg farið hervið at heita á Kaj Leo Johannesen løgmann um at hugsa seg væl um, tá hann skal taka støðu viðvíkjandi sitandi Fíggjarmálaráðharra. Hesin er tikin í ósannindum og er bæði etiskt og moralskt farin út um øll mørk, ið søma seg fyri ein politikara. Út frá tí støðu, tú tekur í hesum málinum, kemur eftirtíðin at døma títt politiska yrki sum stjórnarleiðari. Her hevur tú møguleikan til at skera ígjøgnum, og visa, at tú ikki letur alt um teg fara.

Frank Davidsen

Sørvágur