Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valynski frá Ráðgevarafelagnum

Føroyar sjálvbjargnar við ráðgevaratænastum.

Í Ráðgevarafelagnum eru 26 arkitekta- og verkfrøðingafyritøkur við út við 200 starvsfólkum.
Farnu hálvu øldina hava hesar fyritøkurnar prógvað, at tær megna at standa fyri øllum sløgum av verkætlanum í Føroyum.
 
Tær hava prosjekterað tunlar, havnir, orkuverk, farstøðir, ellisheim, sjúkrahús, framleiðsluvirkir, skúlar, ítróttarhallir, kirkjur og mangar aðrar verkætlanir.
 
Okkara boðskapur í Ráðgevarafelagnum er tí greiður:
Ongin orsøk er til, at útlendskar fyritøkur gera arbeiðini fyri okkum. Vit duga sjálvi, tí vit hava vitanina og royndirnar!
 
Vitjið valsíðuna hjá Vinnuhúsinum, og lesið valynskið í fullari longd: Føroyar sjálvbjargnar við ráðgevaratænastum.