Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valskráin hjá KvF

Eg bleiv eitt sindur skakkur, tá ið Heini Gaard segði í sendingini ''Pressan'', at tað skal vera Kringvarpi sum skal ráa yvir, hvørji evni verða viðgjørd á politiskum kjakfundum uppundir valið, og ikki teir politisku flokkarnir. Grundgevingin fyri hesum er, at ''Kringvarpi arbeiðir ikki fyri flokkarnar, men fyri fólkið í Føroyum.''

So rør Heini Gaard framundir, at tað ikki er KvF sum setur dagsskránna, men tað er fólkið í Føroyum. - Tað eru tey sum gjalda kringvarpsgjald, sum avgera evnini og málini sum kjakast skal um, og at KvF arbeiðir fyri fólkið.

Longu har kann mann síggja porirnar í sveisingini.

Tað er fólkið sum hevur valt politikarar at umboða seg, so sjálvsagt skulu politikararnir sleppa at velja evnini at kjakast um.

Ella skal mann bara sjálvur siga tað: Fólkið veit ikki hvat tey vilja hava og tí skal KvF ráða?

Tað skal ikki undra meg, at tá tað kemur til stykkis, so eru tað eini 10 fólk sum hava verið við til at sett dagsskránna. Tað er alt annað enn demokratiskt.

KvF skal sjálvandi kunna velja onkur evni, men at fara við allari skránni er als ikki nøktandi. 

Mann hevur sæð ferð aftan á ferð, at KvF tænir feministiskum, globalistiskum og sosialistiskum hugsjónum. 

Taka vit feskasta dømið har KvF hevur valt ikki at bera tíðindi sum hava ''áhuga fyri fólkið'', men eru ”politiskt ókorrekt”, so kann nevnast tann nýggja gallup-kanningin, har fólk vórðu spurd um tey ynsktu muslimar til Føroyar? 57% søgdu seg vera ímóti ella partvís ímóti, og einans 23% søgdu seg vilja ella partvís vilja hava muslimar til landið.

Nevnast kann eisini gølan hjá løgmanni, har hann hevur benytta sær av einum grundstykki í Tórshavnar kommunu, har hann tjenti 275.000 kr. við at selja tað dýrari.

Gott nokk gjalda vit øll (eisini kirkjugarðarnir) kringvarpsgjald, men tað umboðar ikki okkum øll, og tí eigur KvF heldur ikki at vera einaræðisharri yvir, hvat skal viðgerast á politiskum kjakfundum.

Hans Marius Edvard Høgnesen