Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup Hans Heinesen

Valskrá - mítt framtak

Eg stilli upp fyri Framtakið fyri rættinum at velja kannabis av tí at eg eri sannførdur um, at hetta er tann skilabesta loysnin fyri fólkaheilsuna, sigur Jákup Hans Heinesen, valevnið hjá Framtakinum:

Øll hava rætt til leking, uttan atlit til hvat hildið verður um val av heilivági
Rætturin at lekja seg sjálvan skal sostatt ikki tarnast av dómsvaldi, heilivágsídnaði, ella nøkrum óviðkomandi hugsjónum yvirhøvur.

Í hesi valskrá vil eg greiða frá, hví júst rætturin at velja kannabis er av týdningi, eins og tad er til frama fyri sjúklingin og samfelagið. Harumframt vil eg nýta høvi til at vísa hvørjar munagóðar avleiðingar kannabisheilivágur - eins væl og annað gagnnýti av kannabis - hevur fyri einstaklingin, samfelagið og umhvørvið, sum júst í hesum døgum er í álvarsligari kreppu. Ein kreppa, sum krevur eina bráðfeingisloysn.

Hví skalt tú velja Framtakid?
• Framtakið er ein flokkur sum stillar upp til val fyri at kunna arbeiða miðvíst fram ímóti at allir sjúklingar í Føroyum skulu kunna velja, í samráð við lækna sín, at nýta kannabis sum heilivág.
• Hetta fyri at sleppa undan at noyðast at skula ígjøgnum viðgerðarroyndir, har heilivágur, sum ofta er vandamikil, turvelvandi og lívshættisligur (eitt nú opiatir) verður nýttur.

Hví Kannabis?
• Kannabis er uttan iva heimsins tryggasti heilivágur. Hetta er m.a. prógvað av, at eingin nakrantíð er deyður av kannabis.
• Hóast drúgvar royndir hava verid gjørdar, til tess at prógva at kannabis er vandamikið, hevur hetta ongantíð borið á mál.
• Ístaðin eru ábendingar komnar um at talen veruliga er um ein tann mest lovandi heilivág yvirhøvur.

Hvat er kannabis?
• Kannabis - ella hampur, sum tad eisini eitur á føroyskum - er ein grøðiurt, sum er fullvaksin eftir sløkum trimum mánaðum og røkkur tá 3 metrar. Hon hevur sín uppruna í Miðasia, men er at finna um allan heim, har heitt er.
• Í Føroyum hevur hon verið gagnnýtt til m.a. fiskilínur og bjargalínur, og er á føroyskum nevnd hampur, sum sipar til tær sera sterku og longu trevjurnar í stelkinum.
• Tad var Linné sum ásetti tad vísindaliga heiti: Cannabis Sativa L.  Navnið hevur helst sín uppruna í hebraiskum skriftum, har plantan nevndist Kaneh-bosm, ella bert kanna.
• Kannabis er av serfrøðingum og fjepparum um allan heim skýrd at vera ein tann mest  nýtiliga plantan yvirhøvur.
•  Talan er um heilivág, olju, plast, byggitilfar, mat til fólk og fæ, tótrevjur til eitt nú klæðir, tog og mangt annad. Eingi mørk tykjast at vera fyri nýtslumøguleikum. -Tad hepna er, at umhvørvið ikki ampast ella eitrast heldur.
• Hamp og kannabis var gagnnýtt allastaðni inntil oljuídnadurin kravdi tad forboðið.

Kannabisheilivágur nú á døgum
Alt fleiri lond hava ella eru í holt við at strika lógir frá fyrru øld, til tess at serliga sjúklingar skulu kunna gagnnýta sær av hesum trygga og óvanliga vónbirtandi heilivági. Heimurin stendur framman fyri einari sannari kollvelting á tí medisinska - og annars øllum - økjum viðv. kannabis.

Í nógvum londum rundan um okkum – og annars um allan heim -  hava tey sera góðar royndir við at nýta medisinskt kannabis sum heilivág fyri alskyns sjúkum, og granskingin er í stødugari menning.

Best kendu dømini eru óivað innan viðgerðina av krabbameini, har kannabis fyrst og fremst hevur verið nýtt sum pínu- og vamlstillandi heilivágur. Nýggjari kanningar vísa tó, at kannabis eisini basir krabba. Hetta eru sera góð tíðindi fyri allar krabbameinssjúklingar. Hetta birtir vón. Ikki bert fyri slóðbrótandi gransking, men sanniliga eisini fyri tann galdandi sjúklingin.

Nýtsluvirðið av kannabisheilivági er so at siga óavmarkað, tó eru serliga góð úrslit innan sjúkur í nervalagnum – eitt nú multipla sklerosu, parkinson, demens og eisini tunglyndi, ið er tann nýggja umfarssóttin í øllum heiminum.

Kannabisheilivágur er so lættur at framleiða, at ein sjálvur kann gera tað heima í køkinum.
Tað umráðandi er, at øll plantan verður gagnnýtt, so at tann upprunaliga samansetingin av evnafrøðiligum evnum verður varðveitt í endaúrslitinum, sum verður boðið sjúklingunum.

Trupulleikar
Støðan í dag er tó tíverri so, at tað “medisinska kannabissið”, sum læknar útskriva, ikki er frá náttúrunar hond, men tvørturímóti eitt evnafrøðiligt framleitt úrevni. Hetta er bert ein avleiðsla, og ikki fullgylt sum nøktandi heilivágur fyri omanfyrinevndu sjúklingar.

Heiligvágsídnaðurin, sum gagnnýtir olju til heiligvágsframleiðslu, leitaði tey virknu evnini burturúr kendum heiligvágsplantum. Hesi frumevni gjørdu kønir og dugnaligir evnafrøðingar samevningar burturúr, sum teir síðani søgdu seg hava einkarætt til. Á tann hátt savnaðist allur lógliga seldur heilivágur á teirra hondum. Sum fráleið fingu teir eisini tamarhald á læknaútbúgvingum og sostatt gjørdust læknar til millummenn, ið bert kundu útskriva heilivág teir vistu um, og sum var løggildur.
Missurin var at plantuheilivágur fór í søguna og kannabis, vegna sínar rúsandi eginleikar, varð skýrt at vera ólógligur heilivágur, sum myndugleikar av øllum alvi hava roynt at bast, vid herviligum fylgjum fyri fólk og samfeløg um allan heim í tí sonevnda narkokrígnum.

Ókritiskir og ábyrgdarleysir fjølmiðlar hava framt og stuðlað undir lygusøgur um kannabis til frama fyri heilivágsídnaðin og oljuídnaðin. Snildirnar vóru at skapa ótta millum fólk, og mannagongdin var tillagað tíðunum. Fyrst manipuleradi teir fjøldina vid rasistiskari propaganda og sídani vid politiskari. Stundum bádum. Fongurin fyri myndugleikarnar var, at teir nú kundu útinna sosialt tamarhald á fólkinum og hettar hevur elvt til mannarættindabrot um allan heim. Veruleikin er tann, at vísindin er misnýtt og fjøldin villleidd. Kapitalistisku áhugamálini eru ov stór til at nakar megnar at gera broyting. Ein skeiv samanvevjing av poitikarum sum vilja skaffa sær atkvøður, vælhjálptir av svikaligum tídindamiðlum, hava latið korruptar embætismenn sjóða seg saman vid pengagreðingum.

Hesin ólevnaður hevur ikki bert verið fólki til ampa, men eisini umhvørvið hevur fingid varandi skaðar og støðan versnar hvønn dag. Heimurin er um at kvælast í plastikki og eitrandi evnafrøðiligum samevningum, sum gera herviligan skaða á alt umhvørvið og mannaættina.

Loysnir.
Eg vil heita á allar føroyingar um at nema sær kunning um hesi viðurskifti, so teir av egnum ávum taka tær røttu avgerðirnar viðv. hesum viðurskiftum, sum eru komin í, av tí at aldargamal vísdómur um plantuheilivág og grøðing skuldi burturbeinast til frama fyri tí vísindaligu framleiddu tøknini, sum í dag vanliga nevnist konventionellur heilivágur.Konventionellur heilivágur hevur ofta nógv hjáárin, og er í summum førum lívshættisligur. Kannabis, tá hetta er serliga framleitt til tær ymisku sjúkurnar, er trygt og uttan stórvegis hjáárin. 

Vegna Framtakið                                

Jákup Hans Heinesen