Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vallógin

Nú ið fíntalt er, ber til at greiða frá úrslitinum av løgtingsvalinum. 

Tað sum hevur vakt mest undran, er sjálvandi, at Sjálvstýrisflokkurin, sum í 2011 fekk ein tingmann, hesa ferð fekk tveir, hóast hann fór aftur frá 4,2 til 4,0% av atkvøðunum.

Orsøkin er at lógin ásetur, at síðstu tingmenninir verða deildir millum flokkarnar eftir regluni um tann størsta brøkin.

Fyrst verða allar atkvøðurnar til allar flokkarnar lagdar saman. Tær eru á hesum valinum 32.257. Hetta tal verður deilt við tingmannatalinum, sum er 33. So sæst, hvat hvør tingmaður kostar. Hetta er 977 atkvøður.

Við hesum tali verða atkvøðutølini hjá flokkunum býtt.

A 6102: 977 = 6,25
B 6046: 977 = 6,19
C 8093: 977 = 8,28
D 1305: 977 = 1,34
E 6691: 977 = 6,85
F 2241: 977 = 2,29
H 1779: 977 = 1,82

Verða tey heilu tølini løgd saman, geva tey 30 tingsessir. Men 33 skulu mannast, og tað er greitt, at teir flokkar, sum eru næst við at fáa eitt heilt tal, skulu fáa hesar sessir. Her sæst beinanvegin, at E við 0,85 í avlopi er næst og fær tingsess nr. 31. Honum á baki kemur H við 0,82 og fær sess nr. 32. Síðan er langt niður til D, sum hevur 0,34 í avlopi, og við tí fær sess nr. 33 framman fyri F við 0,29 og C við 0,28.

Kappingin um henda sess var hørð. Avlopið í atkvøðum hjá D var 328. Hjá næsta flokkinum, F, var avlopið 287 ella bert 41 minni. Hjá C var avlopið 277, bert 10 minni enn F. Hjá A var avlopið 240, og hjá B var tað 184.

Sannast má, at D var heppin, men stak óheppin ikki at fáa tveir menn í 2011.

Annars er at viðmerkja til vallógina, at tað er løgið, at tað ikki ber til at varðveita tey smáu valstøðini og flyta atkvøðukassarnar til Havnar at telja upp. Valstaðið í Havn kundi lættliga skipað so fyri, at uppteljingin fór fram har undir tryggum umstøðum, og so hevði eisini borið til at fíntalt beint eftir at bráðfeingistølini vóru komin fram. Tað er eingin orsøk til í okkara tíð at bíða í fleiri dagar eftir fínteljing. Vit skulu eisini minnast til, at tað ikki er trygt fyri veljararnar at hava tey smáu valstøðini. Teir kunnu koma undir trýst fyri at atkvøða ímóti síni sannføring, tí at valið í veruleikanum ikki er loyniligt.

Men tann rætta vallógin hevði ásett, at vit høvdu 33 valdømi við 1100 veljarum í hvørjum. So sluppu vit undan at flyta nógvar atkvøðukassar langt, og vit høvdu fingið javna umboðan um alt landið. Vit høvdu eisini sloppið undan at sæð valplakatir!

Zakarias Wang