Valkortini koma við postinum í morgin
Í gjár avgreiddi Umhvørvisstovan vallistarnar og í dag verða valkortini send.
Tey sum fáa valkort hesaferð fara at síggja eina broyting og tað er, at hesaferð hava støðini, har atkvøðugreiðslan fer fram fingið adressur.
Fyrr stóð ofta at valið fór fram ”á vanliga staðnum”, men nú alt landið hevur fingið adressur, eru hesar komnar við á valkortið.
Í mun til fólkatingsvalið herfyri, eru nøkur valstøð broytt:
Í Klaksvík verður valt í skúlanum við Ósánna
Í Árnafirði verður valt í kappróðrarneystinum
Á Sandi verður valt á kommunuskrivstovuni
Øll velja í síni egnu kommunu uttan fólk á Válinum, sum hoyra til Kvívíkar kommunu, sum velja í Vestmanna kommunu.
Eitt fullfíggjað yvirlit yvir øll valstøð kann síggjast her:
Býur/Bygd Valið fer fram Vegur Húsanr.
Argir í róðrarneystinum á Argjum Argjavegur 4
Árnafjørður í kappróðrarneystinum Í Urðini 9
Bøur í skúlanum í Bø Dávabreyt 9
Dalur í Eiriksgarði Dalsvegur 1
Eiði í fimleikahøllini á Eiði Kolsvegur 8
Elduvík í skúlanum í Elduvík Bakkavegur 13
Fámjin í skúlanum í Fámjin Traðavegur 15
Fuglafjørður í býráðssalinum Ennivegur 38
Funningsfjørður í skúlanum í Funningsfirði á Flat 13
Funningur í skúlanum í Funningi Kirkjugøta 2
Gásadalur í skúlanum í Gásadali Tøðutún 10
Gjógv í skúlanum við Gjógv Oman á Bakka 13
Gøtugjógv í 1974-skúlanum í Gøtugjógv við Gjónna 4
Haldórsvík í skúlanum í Haldórsvík Skúlavegur 2
Haraldssund á vanliga staðnum Bakkavegur 7
Hattarvík í skúlanum Millum Húsa 11
Hellurnar í Bønhúsinum á Hellunum Rættarvegur 25
Hestur í bygdastovuni í Hesti Reynið 6
Hósvík í skúlanum í Hósvík Vørðuvegur 5
Hov á kommunuskrivstovuni Stapavegur 4
Húsar í skúlanum Heimigarður 17
Húsavík í skúlanum Skúlavegur 3
Hvalba á vanliga staðnum Norðbergsvegur 16
Hvalvík skúlanum í Hvalvík Skúlavegur 1
Kaldbak í skúlanum í Kaldbak Krossgøta 13
Kirkja í skúlanum Í Túni 2
Klaksvík í skúlanum við Ósánna Skúlavegur 5
Kollafjørður í skótahúsinum í Kollafirði Botnavegur 3
Kunoy á vanliga staðnum Kunoyargøta 5
Kvívík í Kvívíkar skúla Frammi í Gerði 6
Leirvík í Leirvíkar skúla á Bakka 10
Lopra í bygdarhúsinum í Lopra Vesturgøta 10
Mikladalur í skúlanum í Mikladali Í Túninum 4
Mykines í skúlanum í Mykinesi Túalsvegur 8
Nólsoy í Ungmannafelagshúsinum á Mýruni 8
Norðdepil í skúlanum á Fossanesi Fossávegur 27
Oyndarfjørður í skúlanum í Oyndarfirði Fløtuvegur 1
Oyrarbakki í Eyðnuni á Oyrarbakka Hólmagøta 1
Porkeri á vanliga staðnum Gjørðabrekka 10
Runavík í ítróttarhøllini í Runavík Mýravegur 12
Sandavágur í ítróttarhøllini á Giljanesi á Giljanesi 4
Sandur á kommunuskrivstovuni Mørkin Mikla 3
Sandvík á vanliga staðnum Hálagøta 2
Skála í pensionistahúsinum á Skála Skálavegur 148
Skálabotnur í skúlanum í Skálabotni Mýruvegur 1
Skálavík á Keldu Mýrigarður 6
Skopun á kommunukontórinum Skúlavegur 5
Skúvoy í skúlanum Skúlavegur 6
Sørvágur í skúlanum í Sørvági Skúlavegur 13
Strendur í Bygdahúsinum á Strondum Fløtuvegur 90
Sumba á kommunuskrivstovuni í Sumba Í Kerinum 27
Svínoy í skúlanum Kirkjugøta 4
Tjørnuvík í skúlanum í Tjørnuvík Teigagøta 1
Toftir á býráðskrivstovuni Toftavegur 3
Tórshavn í ítróttarhøllini á Hálsi Hallarheygur 4
Trongisvágur í skúlanum í Trongisvági Smærugøta 7
Vágur í Vágs skúla Vágsvegur 32
Velbastaður í skúlanum á Velbastað Norðuri á Heyggi 19
Vestmanna í ítróttarhøllini í Vestmanna Hallarvegur 16
Viðareiði í skúlanum Heygavegur 7
Umhvørvisstovan umsitur landsfólkayvirlitið, sum er grundarlagið undir vallistum og valkortum. Landsfólkayvirlitið hevur júst fingið eina nýggja skipan, sum fyri fyrstu ferð verður nýtt til at gera valkort og vallistar.
Skipanin er ment av Elektron, og hon hevur virkað avbera væl sigur Ivan Klein Olsen, sum umsitir landsfólkayvirlitið.