Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valið 2011

Tað var eitt áhugavert val vit høvdu.

Ført verður fram, at Sambandsflokkurin var tann stóri sigursharrin.

Tað er rætt, at hann vann ein tingmann og fekk 8. Men hinir flokkarnir fingu 25 tingmenn.

Men hvat var tað sum Sambandsflokkurin førdi fram fyri at fáa henda tingmannin?

Tað var tann mest skammleysa valpropaganda, sum hugsast kann. Sjálvt teirra egnu valevni hava eftir øllum at døma havt vaml. Eitt av teimum var síðsta kvøldið fyri valið í fjølmiðlunum og førdi fram, at vit kunnu ikki liva yvir evni fyri at senda rokningina til onnur at gjalda. Men tað var júst tað, sum flokkurin førdi fram í hesum valstríði. Hann legði allar árar út fyri at royna at billa veljarunum inn, at bjarging okkara var at fáa danir at gjalda okkum meir av deyðans stuðli.

Hetta hevur eydnast fyrr, og hví skuldi tað ikki eydnast hesaferð? Metingar út frá úrslitinum av fólkatingsvalinum kundu bent á, at hesin biddarapolitikkur kundi givið einar 11 tingmenn.

Men hvat hendi?

Allir hinir flokkarnir vendu sær frá hesum yvirbjóðingarpolitikki. Tað gjørdu veljararnir eisini. Vit fingu tí eina fólkaatkvøðu um danskan stuðul til Føroya, og bert fjórði hvør veljari vildi hava, at vit framvegis skuldu vera pinkubørn.

Við at royna at bluffa seg til ein veldugan valsigur, sum teir ikki fingu, hevur Sambandsflokkurin isolerað seg í føroyskum politikki.

Nú hevur flokkurin so møguleika fyri at viðurkenna sítt tap og biðja hinar flokkarnar um náði, so at teir sleppa at vera við at stýra landinum.

Her eru ávísir møguleikar. Sambandsflokkurin hevur sjálvandi í stóran mun verið samtakið av teimum í Føroyum, sum vildu fáa aðrar at gjalda fyri seg, men tað eru tó aðrir streingir í søgu floksins.

Taka vit navnið sjálvt, sum Fríðrikur Petersen skeyt upp í 1906, so sigur tað nakað heilt annað enn bidding. Samband merkir nevnliga ikki, at vit skulu gerast ein partur av Danmark, soleiðis at danir ráða yvir okkum. Samband er hin vegin millum eins partar, sum hvør ræður yvir sær sjálvum. Hjúnalagið er eitt samband millum tvey. Sambandsríkið USA er eitt samband millum fimmti ríki.

Fríðrikur visti hvat ið orðið merkti, og við at skjóta hetta navn upp segði hann tí, at hann ynskti samstarv við Danmark, men tað skuldi vera á jøvnum føti. Hann hevði fingið sítt studentsprógv í Reykjavík, so hann visti hvat hann tosaði um tá hann setti fram hetta uppskot.

Í sjálvum navninum liggur tí eitt ynski um at vit skulu hava eitt samstarv við Danmark, sum er á jøvnum føti. Hetta er eisini í besta samsvari við tann framvegis galdandi sambandssáttmála, sum vit hava við Danmark, tí har verður beinleiðis sagt, at vit eru javnlíkar.

Vansin við sambandspolitikkinum er, at teir sum ráða í Danmark ikki vilja halda tann sambandssáttmála, teir hava gjørt við okkum. Teir halda hinvegin, at teir skulu ráða yvir okkum og harvið oyðileggja sambandið.

Fyri Sambandsflokkin er so spurningurin: Hvussu skal samband fáast í lag við Danmark, tá danir ikki vilja hava samband, men bert innliming í sítt ríki?

Ein møguleiki er sjálvandi at Sambandsflokkurin skiftir navn til Innlimingarflokkurin, soleiðis at hann fer at virka fyri, at vit gerast ein fullkomin partur av Danmark.

Ein annar møguleiki er, at hann sigur, at hann stendur við sítt navn og førir fram, at tá tað ikki ber til at fáa samband á jøvnum føti við Danmark sum er, so er einki annað at gera enn at vit skipa okkum sum eitt sjálvstøðugt ríki.

Nú valið hevur víst, at verandi leið hjá Sambandsflokkinum ikki førir fram, er øll orsøk til at taka upp annan tátt og fara at virka fyri veruligum sambandi í tráð við floksins navn.

Hetta er lætt at seta í verk.

Danska stjórnin hevur sagt, at vilja vit siga upp verandi sambandssáttmála, so vil hon hjálpa okkum við tí. Á hvønn hátt henda hjálpin fer at verða givin fáa vit bert at vita við samráðingum við stjórnina, men tá semja er um úrslitið, er lætt at finna gongda leið.

Nær skal tað vera?

Fyrst í januar tekur Danmark við formanssessinum í ES. Tá hevur stjórnin so nógv um at vera, at hon ikki hevur tíð til samráðingar við okkum. Helst er tí best at nýggja skipanin fæst í lag fyri 1. januar 2012.

Zakarias Wang