Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Páll Poulsen, skrivari í Føroya Lærarafelag.

Valfepurin er kólnaður

Tá henda greinin verður lisin, er valfepurin av, nú bæði valevni og veljarar hava mist dampin og fingið jørðforbindilsið aftur. Páll Poulsen, skrivari Føroya Lærarafelags, skrivar á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag.

Líkamikið úrslitið av valinum skal eg ynskja nývaldu løgtingslimunum til lukku við valinum við vón um, at teir fara at virka til gagns fyri alt samfelagið og allar borgarar í okkara landi. Ongin ivi er um, at allarflestu valevni hava ført eitt strævið valstríð, men nústani við valinum kemur tað veruliga stríðið. Tað munnu vera fáir veljarar, sum veruliga trúgva teimum givnu vallyftum, kortini kunnu vit kanska hava eina grundaða vón um ljósari tíðir í fólkaskúlanum, tí allir flokkar hava á ein ella annan hátt havt eina sera jaliga støðu í samband við fólkaskúlan, um vit skulu ganga eftir teimum svarum, sum teir góvu upp á ávísar spurningar á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.

Føroya Lærarafelag vil framhaldandi gera vart við hvørji tiltøk, vit halda skulu fremjast fyri at fáa ein betri fólkaskúla:

• Vit ynskja at lærarar fáa fleiri møguleikar til eftirútbúgvingar, sum bert koma skúlanum til gagns. Tað er ikki óvanligt á arbeiðsplássum, har ynski er um eina javna menning á økinum, at eini 10 % av starvsfólkinum er støðugt í eftirútbúgving. Siga vit, at tað eru umleið 600 ársverk í fólkaskúlanum, merkir hetta at einir 60 lærarar fáa sær eina eftirútbúgving alla tíðina. Tá høvdu vit heilt víst fingið eina menning við lít.

• Eitt hægsta mark skal setast fyri, hvussu nógvar næmingar ein lærari skal undirvísa í senn. Her hugsi eg serliga um, tá flokkar verða lagdir saman við sparing fyri eyga og ikki við einum námsfrøðiligum endamáli. Námsfrøðiliga er tað forkastiligt at fylla næmingar inn í flokkar, har bert ein lærari er til staðar.

• Lærarar, sum gjøgnum útbúgving hava víðkað um teirra førleikar, skulu sjálvandi hava viðbøtur fyri hetta eftir teirri avtalu, sum Føroya Lærarafelag hevur við MMR og FMR.

• Tikin verða størri atlit til heilsuliga og sálarliga arbeiðsumhvørvið hjá lærarum. Vit hava ferð eftir ferð hoyrt um skúlar við sera vánaligum inniumhvørvi og tørvandi átøkum í hesum sambandinum. Vit hava eisini fleiri dømir um lærarar, sum ikki klára tað sálarliga trýstið, sum kann verða í einum skúla, og tí koma í eina sálarliga kreppu uttan nakað tilboð frá arbeiðsgevaranum um hjálp.

• Bygnaðarbroytingar í skúlaverkinum. Lærarafelagið fer at fylgja væl við og ansa eftir, at broytingarnar verða framdar av námsfrøðiligum orsøkum og ikki fíggjarligum. Vit skulu ikki hava uppsagnir av lærarum.

Her havi eg bert tikið nøkur fá tiltøk úr stóru rúgvuni av málum, sum Føroya Lærarafelag vil varpa ljós á, summi hava størri týdning og onnur minni, summi eru torfør og dýr, onnur løtt og ókeypis. Undir øllum umstøðum skulu vit gera okkum greitt, at rúgvan fer ikki at minka uttan atgerðir verða framdar.

Kelda:

http://www.lararafelag.fo/Vís-Tíðindi.aspx?ID=663&Action=1&NewsId=5272&PID=2039