Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Valaldur

Nú verður umrøtt, um valaldurin skal setast niður. 

Hetta fekk meg at hugsa um tá grindaformaður skuldi veljast í Havn í sjútiárunum. Jákup Andrias Mohr hevði verið ein sera eldhugaður grindaformaður, men nú var vandi fyri, at onkur vildi hava hann frá. Men reglan segði, at grindamenn valdu grindaformann. Tí var val av grindaformanni sett at vera í býráðshúsunum. Vanliga komu næstan eingi, men henda dag var annað skil, og hølini vóru tjokkfull. Ingi Mohr, dugnaligur sum altíð, skipaði fyri at býta atkvøðuseðlarnar út. Har var eisini ein drongur, sum vildi hava seðil. Onkur helt hann vera í so lítlan, og spurdi hvussu gamal hann var. “Eg eri trettan”, segði hann. Hann var spurdur, um hann hevði verið í grind, og tað hevði hann verið. So var alt í lagi, tí hann var jú grindamaður og leyk tí treytirnar fyri at hava valrætt til grindaformansval. Alt gekk upp á stás, og Jákup Andrias Mohr var fyrstvaldur.

Avgerandi fyri valrættin er tí, um tann sum sleppur at velja, er partur av tí felagsskapi, sum talan er um.

Tá Nelson Mandela saman við medfangum sínum á Kópaoynni skuldi taka støðu til nýggju skipanina i Suðurafrika, var tað eyðsæð at øll uttan mun til húðarlit skuldu hava atkvøðurætt. Men tá spurningurin var um valaldur, var ikki semja í ovastu leiðsluni í frælsisfylkingini. Í fimmmannastýrinum var Mandela einsamallur um at halda, at valaldurin skuldi vera 16 ár.
Grundgeving hansara var tann, at tað vóru tey ungu, sum høvdu staðið á odda í teimum tiltøkum, sum gjørdu at gamla stýrið hoknaði. Mong lótu lív í hesu orrustu, og Mandela helt, at tá leiðslan hevði kravt av teimum, at tey skuldu offra lívið fyri felagsskapin, var ikki meir enn rímiligt at tey eisini fingu valrætt í tí landinum, sum tey bardust fyri. Hinir í leiðsluni hildu ikki at hesar grundgevingarnar vóru nóg góðar, og tí bleiv valaldurin í Suðurafrika bert 18 ár.

Nú atkvøðugreiðsla var í Skotlandi um loysing var valaldurin 16 ár. Hetta bendir á, at hugsanin hjá Mandela vinnur alt størri undirtøku, og tað er tí einki at siga til, at tað eisini eru nøkur í Føroyum, sum halda at vit skulu hava henda valaldur.

Hetta er eitt av teimum málum, sum løgtingið sjálvt kann gera av. Hetta er tí fyri at takka, at stjórnaruppskotið, sum segði at vit skuldu fylgja donsku vallógini, fall á fólkaatkvøðuni í 1946. So sjálvt um valaldurin í Danmark er 18, er einki sum forðar okkum í at seta hann niður í 16.

Sjálvur taki eg undir við at hetta verður gjørt. Í okkara unga fólki hava vit eitt ótrúliga virðismikið tilfeingi, sum tað ræður um at fáa sum mest gagn av. Vit vita at broytingarnar eru nógvar og gerast støðugt fleiri, og tey sum duga best at fóta sær í hesum nýggja heimi, eru tey, sum ikki eru bundin í vanahugsan, og har hava tey ungu allar fyrimunir.

Tí er at vóna, at løgtingið fer at broyta vallógina soleiðis, at valaldurin til komandi løgtingsval verður 16 ár.

Zakarias Wang