Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Vakstrartíðir á Tvøroyri

Nú, vit bæði, Elsbet, vórðu boðin til móttøkuna á Varðin Pelagic og hoyrdu ymsu talurnar á veitsluni, kom eg at hugsa um, hvussu takksom vit eiga at vera fyri tey fólk, sum vilja seta nakað ígongd og skapa livilíkindi. Tað ger onki, at Dunga Jákup, Regin á Bakka og aðrir fáa nøkur oyru, tí hesir gera tað møguligt, at vit kunnu liva her á landi. Varðin Pelagic er ein fantastisk verkætlan og ynski teimum góðan byr!

Fegin borgarstjóri

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, er sjálvandi ovurfegin um, at Varðin Pelagic er komið. Eitt, sum hann kom inn á í røðuni var, at nú er so virkið komið, men at onnur projekt eisini eru ávegis. Millum hesi er SALTSILOIN, sum er ein sera spennandi verkætlan. Eg vóni, at tey duga at síggja møguleikarnar í eini marknaðarføring, har nýggja virkið kann nýta komandi mentanardepilin í søluni. So er konseptið samanhangandi, har mentanin eisini er við. Vakstrartíðir á Tvøroyri :)

Fríðálvur